Argjabáturin hevði ársins endaspurt

Vit hava fingið myndir sendar frá ársins róðrargalla og greiða her frá, hvørjar manningar vóru heiðraðar.

Mánakvøldið 3. august var ársins kappróðrargalla hildið í kappróðrarneystinum á Argjum. Kvinnumanningin á Teistanum av Argjum skipaði fyri gallaveistluni og VER var høvuðstuðul.

Heiðrar vóru latnir teimum manningunum, ið høvdu sýnt besta avrikið innan hesar greinar: Ársins áralag hjá kvinnum og monnum, ársins startur hjá kvinnum og monnum, ársins endaspurtur hjá kvinnum og monnum, ársins comeback hjá kvinnum og monnum og ársins felag.

Hesar manningarnar vunnu teir ymsu heiðrarnir:
Ársins startur kvinnur: Erla kongsdóttir
Ársins startur menn: Rádni
Ársins endaspurtur kvinnur: Jallurin gentur
Ársins endaspurtur menn: Argjabáturin
Ársins áralag kvinnur: Firvaldur gentur
Ársins áralag menn: Drekin Reyði
Ársins comeback kvinnur: Jallurin gentur
Ársins comeback menn: Sílið dreingir
Ársins felag: Froðbiar Sóknar Róðrarfelag

Myndirnar hevur veingir tikið.