Valur vann fyrstu hálvfinaluna við 21 málum

Valur var á odda 20-3 í steðginum

Landsliðsmálverjin, Silja A. Müller og liðfelagarnir í Vali spældu í dag fyrstu hálvfinaluna av møguliga fimm møguligum móti ÍR í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Á heimavølli í høllini á Hlíðarenda vann Valur stórsigur 33-12 á ÍR. Í steðginum var støðan 20-3 til Val, ið er ein óhoyrd hálvleiksstøða í einari hálvfinalu í einum endaspæli.

 

Sum vanligt vardi íslendski landsliðsmálverjin, Hafdís Renötudóttir málið størra partin av dystinum. Silja slapp tó upp í part, og ta tíðina Silja vardi málið bjargaði hon fýra av átta málroyndum, ið er avgjørt góðkent. Bjargingarprosentini hjá Hafdís Renötudóttir vóru heili 61,1. 

 

Komandi týskvøld klokkan 20.30 spælir Valur aðru hálvfinaluna móti ÍR á útivølli. Komandi fríggjakvøld verður triðja hálvfinalan leikt í høllini á Hlíðarenda.

 

Spælt verður best av fimm dystum.