Argja Róðrarfelag hevur sjey manningar í FM róðrinum í ár. Kvinnurnar umborð á 5-mannafarinum, rógva við Bliki. Dreingir 14-16 ár rógva eisini við Bliki. Gentur 14-16 ár rógva umborð á Æðuni. Hetta er fyrstu ferð, at Æðan verður brúkt í FM róðri. Æðan er bátur, sum børnini í Argja Róðrarfelag, fyri tað mesta hava brúkt.
Barnamanningarnar og dreingir yngri rógva umborð á Bliki. 6-mannafarið við monnum rógva við Lómi. Ætlanin er, at 10 mannafarið Drekin Reyði skal rógva á ólavsøku. Týdningarmesti báturin hjá Argja Róðrarfelag er 8 mannafarið Argjabáturin, sum er einasti bátur sum hevur verið við til hvørja stevnu síðani 1983.
– Úrslitini hava ikki altíð verið so góð, sum man væntar av Argjabátinum, men vit vóna at fáa góð úrslit í ár. Tað er hørð kapping, og vit eru spentir, sigur Róar Johansen, sum rør við Argjabátinum.
Tað serliga við Argjabátinum er, at fleiri av rógvarunnum róðu við Kongavarðanum í fjør. Kongavarðin var bara við til ólavsøkuróðurin, men endaði framman fyri Argjabátin hendan róðurin. Hetta gjørdi, at fleiri av teimum umborð á Kongavarðanum fingu blóð upp á tonnina og hava mannað Argjabátin í ár.
Venjingar hava gingið væl, men Argjabáturin hevur verið plágaður av skaðum og sjúkum. Tí hevur verið neyðugt við eykamonnum hvørjaferð Argjabáturin hevur kappast í ódnartøkum í vár.
Í Argja Róðrarfelag fegnast tey um at hava 10-mannafar við sum gestarógvara á ólavsøku, tí góða úrslitið hjá Kongavarðanum vísir, at tað er nakað serligt at rógva á ólavsøku, og seinni kann tað blíva til meira enn ein róður.
##med2##
Teir umborð á Argjabátinum eru allir royndir rógvarar, men fleiri av hinum manningunum eru nýggjar. Onkur hevur ongantíð sitið í báti áður. Róar Johansen heldur tað vera gleðiligt at nýggj fólk bjóða seg fram, tí hesi klára seg væl.
Argja Róðrafelag hevur eisini eitt gott samstarv við Havnar Róðrarfelag. Eitt nú hava teir róð ímóti Havnarbátinum til venjingar. Tað virkar fyri góðum trivnaði at hava gott samstarv við onnur róðrarfeløg.
Kappróðrarblaðið, sum er í Sosialinum hesaferð, kann lesast við at trýsta her