Í samband við at KÍ kvinnurnar vinna FM 15 ferðir á rað, og við tí seta heimsmet, skipar Klaksvíkar Kommuna fyri stórum almennum ókeypis tiltaki leygarkvøldið 17. oktober, í KÍ høllini í Klaksvík.
Klaksvíksbólkurin Aria, sum gav fløguna After These Messages út í 1999, skal spæla til dansin í KÍ høllini leygarkvøldið.
- Vit vildu fegnir vera við til at heirða KÍ kvinnunum, sum hava gjørt eitt serligt bragd, sigur Erik Biskopstø, bassistur í bólkinum.
Tað er fyrstu ferð at bólkurin spælir alment saman í 13 ár. Sangarin í bólkinum, Jógvan Hansen, kemur úr Íslandi at vera við, sigur Erik Biskopstø.
Bólkurin fer at framføra allar teir kendu sangirnir, sum vóru við á fløguni, kendir sangir frá ta tíðini, tá fløgan kom út og onnur kend løg. Eisini fara ymiskir gestasangarar, sum áður hava framført KÍ løg, at syngja saman við Aria á pallinum. Málið er, at raka so breitt sum gjørligt, so tað er okkurt til øll, greiðir Erik Biskopstø frá.