Ariya – nýggjur elbilur frá Nissan

Her er nógv gjørt burtur úr, at alt skal vera smart og ergonomiskt rætt. Bilurin hevur góðar og stabilar koyrieginleikar.

 

 

Leingi hevur verið bíðað, men nú kemur Nissan Ariya í summar.

Leingi hevur verið bíðað eftir hesum nýggja elbilinum hjá Nissan. 

 

Bilurin hevur flott design, og er sera væl gjørdur.

 

Hetta merkist, tá tú setir teg inn í bilin, har kvaliteturin merkist í kabinuni, og har nógv er gjørt burtur úr, at alt skal vera smart og ergonomiskt rætt. 

 

Sum í flest øllum elbilum er battaríið í botninum á bilinum. Hetta gevur góðar og stabilar koyrieginleikar.

 

Designið er í nýggjasta designstílinum hjá Nissan.   

 

##med2##

 

Útgávan við stóra 90 kWh battarínum koyrir upp til 500 km við eini løðing.

 

Nissan Ariya fæst eisini sum 4x4, og bilurin kann draga ein viðfestisvogn upp til 1.500 kg.

 

Hjá Auto Service verður sagt, at Nissan Ariya kemur til landið í summar.

 

##med3##

 

Leingi hevur verið bíðað, men nú kemur Nissan Ariya í summar.