Í sambandi við at Hósvíkar Róðrarfelag fyllir 50 ár í ár, hevur verið tikið stig til at skriva nýggjan kappróðrarsang.
Fyri stuttum kom fyrsta útkastið og hava vit bíðað í spenningi at sleppa at avdúka sangin hendan flaggdagin, frættist úr Hósvík.
Orðini eigur Signar í Homrum, lagið hevur Jens Marni Hansen smíðað og spælt inn hjá Mikkjali Hvannastein í Studio Mike, við hjálp frá Kim Hansen á klaverinum. Harafturat syngur Jens Marni eisini kór saman við Vivian Spange Larsen, og Annette Spange Davidsen syngur lead!.
Hor sangin her: