Armgarð lumpaði øll

Siðiliga daman, sum bara tosar um álvarsom evni, Armgarð Arge, avdúkaði í morgun, at tað er hon, sum í vetur hevur tosað um alt, sum rørir seg, í klummuni hjá Kringvarpinum

Uppskotini vóru mong. Brynhild Thomsen, Rigmor Dam, Jenny Petersen, Jákup Weihe, Karoline Taastrup og Elin Winther Poulsen, men fáur mundi gita, at hvassa pennin í klummuni hvønn fríggjarmorgun átti Armgarð Arge.

- Hon tosar bara um tílíkt trist. Tað er bara religión, og tað er onki stuttligt. Soleiðis hava nógv hugsað sambært Armgarð Arge, sum í morgun helt seg hava fingið allar sínar fordómar váttaðar.

- Tað er løgið, hvussu fólk hava reagerað. Tað virkar sum, at fólk als ikki vita, at tað ber til at hava humor, tá mann eisini tosar um gud, og tí er tað veruliga stuttligt at síggja allar mínar fordómar, sum onnur hava um meg verða váttaðar í morgun. Tað skriðar í fingrunum at skriva eina klummu um júst tað, staðfestir hon.


Skuldi avdúkast

Hugskotið til klummuna kom uppi í útvarpinum, tá morgunvertirnir skuldu finna útav vetrarsrkánni. Summi hava kanska onkuntíð illneitast inná, at klumman hevur kann líkjast dulnevndum lesarabrøvum, men Armgarð Arge hevur ongantíð følt, at støðan var soleiðis.

- Tað var alla tíð ætlanin, at tað at enda skuldi avdúkast, at tað var eg, sum skrivaði klummurnar, og tí havi eg ongantíð kent meg illa av tí, sigur Armgarð Arge.

Hon greiðir somuleiðis frá, at uttan frælsi við at verða dulnevnd, so hevði als ikki borið til at skriva á sama hátt, sum eg havi gjørt.


Fekk hugskot allastaðni

Evnini hava alla tíðina verið rættiliga aktuel, og Armgarð Arge heldur tað vera stuttligt, at tað bar til at finna hugskot allastaðni.

- Tá tú ert dulnevndur, so kanst tú spyrja inn til ting, tú annars ikki fært spurt um, tí bar væl til at fáa hugskot við kaffiborðið í kringvarpinum, og so framvegis, sigur Armgarð Arge, sum staðfestir, at hon nógvar dagar gleddi seg at koma heim at skriva klummuna.

- Sjálva klummuna skrivaði eg so við dundrandi øði. So smekkaði eg telduna saman, og so at pussa upp á hana, greiðir hústeologurin í Kringvarpinum frá.


Øll eru eins

Klummurna hava ofta verið eftir tí borgarliga. Har øll skulu vera eins. Hava líka stór hús, líka vorðið jólapynt, og so framvegis, og at fólk ofta tora illa at vera seg sjálvi.

Hetta stendur Armgarð Arge eisini fast við, og serliga minnist hon aftur á eina klummu undan jólum.

- Hvat er tað fyri nakað, at øll skulu hava eins jólapynt. Hví skulu vit hava lilla jólapynt, tí bløðini siga tað. Ongin torir at brúka sítt gamla jólapynt, sum børnini til dømis hava gjørt, sigur Armgarð Arge, sum er sannførd um, at tað hevði verið stuttligari, um ikki øll royndu at vera so eins.


Ria bjargaði

Tað er Ria Tórgarð, sum hevur lisið klummurnar í útvarpinum, og Armgarð Arge staðfestir, at hetta var týdningarmikið, tí tað er ikki altíð so lætt at lata ein tekst frá sær.

- Ria hevur verið perfekt. Hon hevur dugað so øgiliga væl at fanga andan í tí, sum eg skrivaði, so tað hevur ongantíð verið nakað at seta fingurin á. Tað kundi næstan ikki verið betri, staðfestir Armgarð Arge


Út at renna

Í morgun var klumman um dellur, tað at renna ov vera sunnur og so framvegis. Um heilsurazzi’ina um tað kann kallast soleiðis, og hóast Armgarð Arge ikki hevur runnið so øgiliga nógv, so er hon klár.

- Eg má bara staðfesta, at eg eri umringað av fólki, sum taka ítrótt í størsta álvara. Børnini íðka øll ítrótt, og maður mín fer at renna maraton í summar. Sjálv eigi eg alla útgerð, men eg havi ikki brúkt hana so nógv, men nú verður tað, eg fari at sníkja meg niðan á Tórsbreyt »i nattens mulm og mørke«, staðfestir hon.