Hóast fleiri illar røddir, so er sjeyfaldi Tour de France-vinnarin, Lance Armstrong, nú til reiðar at gera sítt come-back í altjóða súkkluítróttini. Armstrong sigur, at hann í komandi viku boðar frá, hvat lið hann hevur valt sær til australska Tour Down Under. Kappingin verður í døgunum 20. til 25. januar, og hóast mótmælini eru eisini mong, sum spent fylgja við, um Armstrong veruliga hevur tað, sum krevst, fyri at gera eitt come-back.