Fótbóltur
Arnbjørn T. Hansen, Hans Pauli Samuelsen og Andrew av Fløtum fingu í dag landsliðsboð av skrivstovuni hjá FSF.
Fróði Benjaminsen, Atli Danielsen og Bogi Løkin eru allir leikbannaðir til dystin mikukvøldið, og tí kundi kanska roknast við, at onkur av nýggju monnunum var sentralur miðvallari, men tað er so ikki støðan.
Eitt annað alternativ, sum kundi verið upplagt, vildi verið Christian Høgni Jacobsen, men av givnu umstøðunum er hann ikki partur av hópinum hesaferð.
At eingin upplagdur miðvallari er úttikin hesaferð, leggur upp til rokadur á liðnum, og eitt nú kann roknast við, at Christian Lamhauge Holst hesa ferð verður at síggja meira sentralt, meðan Andreas Lava Olsen líkist einum uppløgdum boði til plássið á toppinum.
Og so er spurningurin, um Jann Ingi Petersen hesa ferð fært pláss í byrjunaruppstillingini á miðvøllinum, ella um Johan Troest Davidsen møguliga kann togast upp sum verjukendur miðvallari, um hann nú aftur er førur fyri at spæla.