Arnbjørn og Danny vunnu FM fyri tey eldru

Í bridge hevur aldur lítlan og ongan týdning, men kortini verður vanliga skipað fyri FM-kapping fyri teir eldru spælararnar.

Leygardagin var FM fyri veteranar, sum tað verður nevnt. Arnbjørn Sivertsen, sum er ein av royndastu spælarunum í landinum, spældi saman við Danny Danielsen, sum eisini er

royndur, um enn ikki so royndur sum Arnbjørn.

Teir báðir vístu í kappingini leygardagin, at millum teir eldru spælararnar, vóru teir bestir.

Í eini spennandi kapping gjørdust teir føroyameistarar og Dia Jacobsen og Haldor Ellingsgaard gjørdust nummar tvey.

Øll úrslitini eru at síggja á www.bridge.fo.