Arnbjørn er aftur á liðnum

Víkingur er gestur í góðveðrinum á Svangaskarði, har fyrra hálvfinalan er á skránni

Tað er oyggjauppgerð á Svangaskarði í kvøld. Jóhan Hendrik Ellefsen fer í góðveðrinum at bríksla fyri fyrstu ferð klokkan 18.30.

 

Talan er um fyrru hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið, sum B68 ongantíð hevur vunnið. Í fjør taptu toftamenn eftir brotssparkskapping finaluna ímóti HB.

 

Víkingur hevur vunnið finaluna seks ferðir. Síðsti sigurin var í 2022, tá ið úrslitið ímóti KÍ var 1-0.

 

Hjá B68 eru Hjalti Strømsten, Ragnar Steinhólm, Karstin Clementsen og Emanuel Kulego ikki tøkir.

 

Hjá Víkingi eru Atli Gregersen, Ari Olsen og Bergur Gregersen ikki tøkir.

 

Miðverjin Arnbjørn Svensson, sum leingi hevur verið skaddur, er í kvøld millum teir fyrstu ellivu.

 

26. apríl var Poul Kallsberg einasti málskjútti, tá ið Víkingur vann landskappingardyst á Svangaskarði 1-0.

 

 

 

B68 – Víkingur kl. 18.30

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ólavsson Jensen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ólavsson Jensen – Magnus Holm Jacobsen, Jákup Norðoy Vilhelmsen – Marjus Nón, Hanus Højgaard,  Sebastian Lau Nielsen – Jóhan Josephsen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ragnar Skála, Jónatan Lervig, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Stefan Radosavljevic, Sølvi Vatnhamar – Poul Kallsberg, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson