Skótaliðið Royndin skipar aftur í ár fyri flaggdagshaldi í Vági, og hesaferð heldur ein realitystjørna flaggrøðuna, nevniliga Arnfríð Hentze, bóndi, og kend úr Fólksins Rødd. Skótaliðið Royndin hevur skipað fyri flaggdagshaldi næstan hvørt ár síðan 1940.
Flaggdagshaldið verður við Minnisvarðan kl. 15.00, har Arnfríð Hentze, skóti, og bóndi í Sumba, flytur fram røðu.
Hon gjørdist kend um alt landið, tá hon luttók í sjónvarpssendingini Fólksins Rødd. Men so einføld er søgan tó ikki, tí Arnfríð Hentze hevur í mong ár verið skóti, og ein av høvuðsfyriskiparunum, tá Royndin hevur skipað fyri flaggdagshaldi.
Sangarar úr Ljómi luttaka við felagssangi.
Skótar og úlvar møta í skótahúsinum kl. 14.30 og skrúðgongan fer frá Skótahúsinum kl. 14.45.