Árni vekir ans kring allan heimin

Árni Frederiksberg skoraði tvey mál og legði upp til tað fyrsta, tá ið KÍ setti svensku meistararnar upp á pláss

Føroyskur fótbóltur vann aftur í kvøld úrslit, sum eigur at vekja ans eisini aðrastaðni enn í Føroyum og í Malmø og í Svøríki.

 

Og Árni Frederiksberg skoraði aftur í kvøld tvey mál við deyðbóltum og hann átti við frísparki uppleggið til fyrsta málið. Nú er Árni Frederiksberg alt, tá ið altjóða toppskjútti í føroyskum liðfótbólti.

 

KÍ hevur aftur í kvøld vunnið føroyskum fótbólti heiður og æru, og uppaftur meiri týdningarmikið er tað, at klaksvíkingar við 3-2 heimasigri ímóti Malmø FF hava vunnið føroyskum fótbólti trý týdningarmikil stig, sum bera við sær, at føroyskur fótbóltur er betri við í europeiska roknskapinum, enn tað higartil í ár hevur sæð út til, at støðan fór at verða.

 

Talan var um framúr liðavrik hjá teimum myrkabláu og hvítu. Serliga hugaligt var tað at síggja, at KÍ ikki gav skarvin yvir, tá ið danski liðformaðurin hjá Malmø FF Anders Christiansen eftir ein tíma umsetti brotsspark til 2-1 leiðslu.

 

Eitt ivamál hevur verið, hvussu væl fyri teir spælararnir hjá KÍ eru, sum leingi hava verið skaddir. Beinanvegin eftir, at hann varð skiftur inn, var tað Hallur Hansson, sum var orsøk til brotssparkið, ið bar 2-1 Malmø leiðslu við sær.

 

Men Hallur Hansson vísti seg at vera væl fyri, og hann var við til at lyfta heimaliðið til endaspurtin, sum bar við sær bæði 2-2 og 3-2 sigursmálið.

 

Malmø venjarin var ikki nøgdur við gongdina og skifti síðstu løtuna fimm spælarar inn. Men tað var KÍ, sum átti yvirskotið og viljan at vinna, og fagnaðurin í góðveðrinum og á fullsettu áskoðaraplássunum var øgiligur, tá ið tað í 95. minutti eydnaðist KÍ at skora 3-2 sigursmálið.

 

Árni Frederiksberg skaraði framúr millum javnlíkarnar. Hann átti við frísparki uppleggið, tá ið miðverjin Alexander Berntsson setti hol á, og tað var Árni Frederiksberg, sum skoraði til 2-2 og 3-2. Í báðum førum var tað við Árnasparki, sum teir nevna tað har norðuri. Í fyrra førinum var tað við beinleiðis horna úr høgru, og í seinna førinum var tað við frísparki úr høgru.

 

 

 

KÍ - Malmø FF 3-2 (1-1)

 

1-0: Alexander Berntsson

 

1-1: Hugo Bolin

 

1-2: Andreas Christiansen br

 

2-2: Árni Frederiksberg

 

3-2: Árni Frederiksberg

 

Dómari: Vitālijs Spasjoņņikovs úr Litava 

 

Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Céderic Yambéré, Odmar Færø (Heini Vatnsdal, 56.), Alexander Berntsson, Patrick Da Silva (Ahmed Latif, 84.) – Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen (Joseph Michael Williams, 74.), Albert Ejupi (Hallur Hansson, 56.), Kristoffer Ødemarksbakken – Páll A. Klettskarð (Pætur J. Petersen, 84.) 

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldstovu Petersen, Deni Pavlovic, Jonn Johannesen, Dan í Soylu, Børge Petersen og Claes Philip Kronberg