Arsenal skal fyri 16. ferð upp í slag taka lut í Champions League kappingini komandi kappingarár. Plássið tryggjaðu teir sær við at vinna 1-0 á Newcastle í dag.
Seinasta umfar í Premier League í hesum kappingarárinum hevur verið í dag. Ongin spenningur var í oddinum ella í botninum, tí tað var longu undan hesum umfarinum avgreitt, at QPR, Wigan og Reading flyta niður, meðan Manchester United vinnur meistaraheitið.
Tað var hinvegin stórur spenningur um hvør av grannunum úr London, Arsenal ella Tottenham, skuldu fáa fjórða plássið og harvið atgongd til Champions League, sum gevur felagnum fleiri hundrað milliónir í inntøkum.
Arsenal greiddi sína skyldu við at vinna 1-0 á Newcastle og so hevði tað ongan týdning, at Gareth Bale í evstu løtu vann dystin fyri Tottenham móti Sunderland. Einsamalla málið í Newcastle skoraði miðverjin, Laurent Koscielny. Hetta merkir, at Arsenal fyri 16. ferð upp í slag er við í Champions League.
Chelsea vann á Everton og tryggjar sær bronsu. Sir Alex Ferguson takkaði fyri seg í málríkum javnleiki. Dysturin millum West Bromwich Albion og meistararnar úr Manchester endaði við 5-5.
Premier League:
Chelsea Everton 2-1
Liverpool QPR 1-0
Manchester City Norwich 2-3
Newcastle Arsenal 0-1
Southampton Stoke 1-1
Swansea Fulham 0-3
Tottenham Sunderland 1-0
WBA Manchester United 5-5
West Ham Reading 4-2
Wigan Aston Villa 2-2