Arsenal hevði ongan kjans

Premier League: Manchester City stevnir móti meistaraheitinum eftir 4-1 sigurin í gjár

Mynd: (Scanpix) Erling B. Haaland hevur júst skorað til 4-1

Tað er miðviku umfar í Premier League. Stóri dysturin hetta umfarið var millum Manchester City og Arsenal, sum bæði stríðast um meistaraheitið. Manchester City vann 4-1 og stevnir móti meistaraheitinum.

 

Arsenal hevði sett stig til í trimum teimum seinastu dystunum undan uppgerðini á Etihad leikvøllinum. Soleiðis bleiv eisini í gjár. Longu aftaná sjey minuttir legði Kevin De Bruyne heimaliðið á odda.

 

Beint fyri hálvleik stútaði John Stones eitt frísparksinnlegg í málið. Flaggið fór upp fyri rangstøðu og myndirnar tóktust vísa, at enski verjuspælari var rangstaddur, men tá linja úr VAR-rúminum bleiv løgd vísti tað seg, at hann var júst røttu megin.

 

Hetta punkteraði dystin og Manchester City kom eisini upp á 3-0 tíðliga í seinna hálvleiki, áðrenn Arsenal kom við einum mótsvari í seinastu minuttunum. Millum bestu spælararnar á vøllinum var Erling B. Haaland, men tað sá leingi út til, at hann fór málleysur av vøllinum hesaferð.

 

Tað bragdaði ikki fyrr enn í yvirtíðini, tá hárbandið reyk og faksið hjá málmaskinuni úr Norra fekk frítt at flúgva. Tá eydnaðist honum at umseta ein kjans til mál. Eitt sigandi punktum fyri ein dyst, sum leggur upp til at Manchester City vinnu meistaraheitið, hóast teir enn eru nummar tvey.

 

26.04Manchester City4:1Arsenal
26.04West Ham1:2Liverpool
26.04Chelsea0:2Brentford
26.04Nottingham F.3:1Brighton
25.04Leeds1:1Leicester
25.04Aston Villa1:0Fulham
25.04Wolves2:0Crystal Palace
27.04Southampton:Bournemouth
27.04Everton:Newcastle
27.04Tottenham:Manchester Utd
1Arsenal33236478:3875
2Manchester City31234482:2973
3Newcastle311611454:2559
4Manchester Utd30185746:3759
5Aston Villa331661146:4154
6Liverpool32158961:3953
7Tottenham321651158:5153
8Brighton30147955:4049
9Brentford331114850:4347
10Fulham321361344:4345
11Chelsea321091330:3539
12Crystal Palace339101431:4237
13Wolves331071629:4437
14West Ham32971634:4334
15Bournemouth32961731:6333
16Leeds33791742:6330
17Nottingham F.33791729:6030
18Leicester33852044:5729
19Everton326101624:4628
20Southampton32662027:5624

Mynd: (Scanpix) Erling B. Haaland hevur júst skorað til 4-1