Arsenal keypir í Portugal

Premier League: Fabio Vieira bleiv fyrsta keypið hjá Arsenal

Arsenal stóð eftir uttan Champions League fótbólt, tá farna kappingarár endaði, men tað eru tekin um, at felagið ætlar seg aftur í lovaða landið.

 

Arsenal boðaði í gjár frá, at felagið hevur keypt Fabio Vieira. 22 ára gamli miðvallarin er keyptur úr FC Porto. Miðlar meta, at prísurin liggur um 260 milliónir krónur. Portugisin er miðvallari, sum bæði kann leggja upp til mál og skjóta mál. Hann sigur í samrøðu við Arsenal, at hann minnur um Martin Ødegaard í spælistíli.

 

Bretskir miðlar sum Dailymail skriva, at Arsenal eisini er í holt við at keypa bæði Gabriel Jesus frá Manchester City, og Raphinha frá Leeds United. Í báðum førum er talan um lutfalsliga dýrar spælarar.

 

Gabriel Jesus er á veg vekk úr Manchester City, eftir at felagið hevur keypt norsku heimsstjørnuna, Erling Håland. Brasilski áleyparin hevur havt torført við at vinna sær fast pláss á enska meistaraliðnum, og tí eru útlitini fyri spælitíð til komandi kappingarár lítil.

 

Søgan sigur, at Manchester City vilja hava yvir 400 milliónir krónur fyri áleyparan. Hetta er áleið sama upphædd, sum Manchester City seldi Ferran Torres til FC Barcelona fyri. Hann stóð eisini aftanfyri í rekkjuni, tá liðið hjá Pep Guardiola bleiv sett.

 

Tað eru somu upphæddir, sum verða nevndar, tá tað kemur til brasilska vongin hjá Leeds United, Raphinha. Hann hevur leingi verið settur í samband við FC Barcelona, men tað var nokk bara sannlíkt, um Leeds flutti niður. So bleiv ikki og Leeds United kann krevja tað teir vilja hava fyri vongin. Her er Arsenal tó í kapping við Tottenham, sum er farið at røra upp á seg, eftir at felagið stjól Champions League plássið frá grannunum úr Arsenal.