Arsenal stevnir móti toppinum

Premier League: Arsenal hevur í dag vunnið grannauppgerðina móti Tottenham

Fyrsti dysturin í 8. umfari í Premier League hevur verið í dag. Arsenal vann 3-1 á Tottenham, sum eisini fekk eitt reytt kort við á vegnum. Thomas Partey, Gabriel Jesus og Granit Xaka skoraðu málini hjá Arsenal.

 

Heimaliðið hevur fingið eina avbera góða byrja upp á kappingarárið. Mikel Arteta, venjari hjá Arsenal, hevur fingið væl inn av nýggjum spælarum seinastu tvey árini, og nú byrjar av álvara at síggjast úrslit.

 

Arsenal byrjaði dystin væl og kom á odda longu aftaná tjúgu minuttir. Tá hevði Gabriel Martinelli longu rakt stongina, tá Thomas Partey sendi skot úr tjúgu metrum upp í málhornið. Arsenal hevði tamarhald á dystinum líka til Tottenham fekk sín fyrsta kjans. Richarlison fór umkoll og Harry Kane umsetti úr ellivu metrum til 1-1.

 

Í seinna hálvleiki setti Arsenal ferðina upp. Eftir fýra minuttir sendi Gabriel Jesus ein retur í málið, og tá ein tími var spældur, fekk Emerson Royal beinleiðis reytt kort fyri at traðka á Gabriel Martinelli. Viðmerkjararnir hjá danska ViaPlay vóru ikki samdir í avgerðini og mettu eitt gult kort vera nokk.

 

Bara fimm minuttir eftir hendingina staðfesti Granit Xaka sigurin, tá hann kom at standa leysur í brotsteignum og meddaði til. Antonio Conte, venjari hjá Tottenham, tók avleiðingarnar og skifti verjukent út. Nú skulu tapið bara ikki blíva størri. Arsenal tók av og skifti eisini nógv út og lítið hendi seinastu løtuna.

 

Tað er fótbóltur bæði í dag og í morgin í 8. umfari í Premier League, umframt at botnuppgerð verður millum Leicester og Notthingham Forest mánakvøldið.

 

1Arsenal870120:821
2Manchester City752023:617
3Tottenham852119:1017
4Brighton641111:513
5Manchester Utd64028:812
6Fulham732212:1111
7Chelsea63128:910
8Liverpool623115:69
9Brentford723215:129
10Newcastle71518:78
11Leeds622210:108
12Bournemouth72236:198
13Everton71425:67
14Southampton72147:117
15Aston Villa72146:107
16Crystal Palace61327:96
17Wolves71333:76
18West Ham71153:94
19Nottingham F.71156:174
20Leicester701610:221