Putin og Trump skulu hittast í annaðkvøld at tosa um Ukraina

Teir báðir leiðararnir skulu hittast kl. danska tíð í Alaska, har tey í fyrsta umfari skulu sita einsamøll.

Donald Trump og Vladimir Putin høvdu sín seinasta fysiska fund afturi í 2018. Í annaðkvøld hittast teir á hernaðarstøð í Alaska. (Arkivmynd). - Mynd: Brendan Smialowski/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og russiski forsetin, Vladimir Putin, hittast í morgin kl.11.30 lokala tíð, sum er klokkan 20.30 okkara tíð.

Tað skrivar Reuters.

Sambært tíðindastovuni tosaði Putin við fleiri av ovastu embætismonnunum í Russlandi undan toppfundinum fyri at greiða teimum frá støðuni.

- Eg vil fegin siga tykkum, hvørjum stigi vit eru á við amerikansku umsitingini.

- Eg trúgvi, at teir gera eitt sera stórt átak fyri at steðga bardøgunum og kreppuni í Ukraina, samstundis sum teir arbeiða við avtalum, sum gagna øllum pørtum, segði forsetin eftir øllum at døma á fundinum.

Sagt verður eisini, at Putin heldur, at friðurin verður styrktur, um USA og Russland kunnu gera avtalu um strategiskt vápnaeftirlit.

Sambært ráðgevanum hjá Putin, Yuri Ushakov, fara forsetarnir at umrøða "stóru møguleikarnar" í búskaparligu sambondunum millum USA og Russland á fundinum fríggjadagin - umframt útlitini fyri at fáa enda á krígnum í Ukraina.

Sambært tíðindastovuni segði ráðgevin, at ”sjálvandi” er Ukraina miðdepilin á fundinum, men at trygdarpolitikkur í einum breiðari sjónarhorni og altjóða trupulleikar eisini verða umrøddir.

- Væntandi verður eitt orðaskifti um menning av víðari tvílandasamstarvi, eitt nú handil og búskap, sigur Ushakov sambært Reuters.

Í fyrstu atløgu hittast teir báðir leiðararnir einsamallir, meðan teir seinni fara at hava ein felags tíðindafund, stendur í fráboðanini.

Yuri Ushakov legði afturat, at forsetin fer at ferðast saman við fleiri limum í russisku stjórnini. Íroknað uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov.

Fundurin millum Donald Trump og Putin verður á hernaðarstøð í býnum Anchorage í Alaska.

Sambært CNN fall valið á fjarskotna møtistaðin orsakað av handtøkuboðnum fyri krígsbrotsverk, sum altjóða revsirætturin setti fram móti Putin í 2023.

Vegna handtøkuboðini vóru fleiri evropeisk lond ikki ein møguleiki.

 

/Ritzau/

 

Donald Trump og Vladimir Putin høvdu sín seinasta fysiska fund afturi í 2018. Í annaðkvøld hittast teir á hernaðarstøð í Alaska. (Arkivmynd). - Mynd: Brendan Smialowski/Ritzau Scanpix