Ársins venjari gevst

Sámal Erik Hentze hevur í kvøld sagt seg úr starvinum sum høvuðsvenjari hjá B36

 

 

B36 skal leita eftir nýggjum høvuðsvenjara. Púrasta óvæntað hevur høvuðsvenjarin hjá felagnum, Sámal Erik Hentze, sagt seg úr venjarastarvinum.

 

Tað er annars ikki meira enn ein mánaður síðani, at B36 og Sámal Erik kunngjørdu, at partarnir høvdu longt sáttmálan, sum var millum partarnar.

 

Í felagnum hava tey verið framúr væl nøgd við venjaran, sum hevur leitt besta mansliðið til FM-heitið í ár. Eitt úrslit, sum eisini bar við sær, at Sámal Erik er kosin ársins venjari. Bæði hjá venjarafelagnum og í atkvøðugreiðsluni, sum Miðlahúsið saman við FSF skipaði fyri.

 

Tað er heldur ikki nøkur ónøgd, sum er orsøkin til slitið. Men við heimasíðuna hjá B36 sigur Sámal Erik, at hann í løtuni ikki hevur møguleika at røkja bæði venjarastarvið og starvið sum stjóri í Húsavarðatænastuni, sum Sámal Erik og rekur.

 

- Eg havi eina hampuliga stóra fyritøku, sum krevur sín stóra lut. Har hava vit úr at gera, og vit hava fingið fleiri stór arbeiði til komandi árið. Hetta ber við sær, at tíðin ikki røkkur til bæði stjóra- og venjarastarvið. Og eg havi fyri langari tíð síðani gjørt upp við meg sjálvan, at kann eg ikki vera heilur, har eg eri, so er tað betri, at onkur annar tekur yvir, sigur Sámal Erik við heimasíðuna hjá B36.