Ársmet og próvmet falla ikki niður av himni

Tá ið ein næmingur fær árs­met eftir lokið skúla­ár ella próv­met aftaná lokna próv­tøku, hava fólk flest ta fat­an, at bæði ársmetið og próv­met­ið eru neyvar og rætt­vís­ar lýs­ing­­ar av, hvat næm­ing­ur­in veit og dugir. Hug­burð­­ur­in tykist vera, at met­ini høvdu verið júst tey somu, líka­mikið hvør hevði mett um avrikið

 

Gein úr Sosialinum nr 21, 5. juni 2024:

 

Prátið um próvtøl fyll­ir nógv millum ung í junimánaða. Næm­ing­ar bæði í há­deild fólkaskúlans og á mið­námi eru stundum í døp­ur­huga, tá ið um­mæl­is­blað­ið verður handað. Teir sam­anbera tað ársmet, teir høvdu væntað at fingið í eini lær­u­grein, við tað árs­met, teir fingu. Teir fílast á, at summ­ir lærarar geva høg árs­met, meðan aðrir geva lág árs­met. Og teir hava var­hugan av, at ávísir lærarar eru á­faln­ir og síggja størri í nøkr­um næmingum enn øðr­um – og at hetta sæst aft­u­r í metinum.

 

Søgan endurtekur seg, tá ið munnligar próv­tøk­ur eru á skránni. Tá ið næm­ing­ar­nir koma úr próv­tøku­høl­inum, tosa teir opið um, hvussu rættvíst ella órætt­víst próv­tal­ið kenn­ist. Nakr­ir næm­ing­ar siga seg hava eina góða kenslu í kropp­i­num, tí teir merktu, at lær­­a­r­­in og próv­dóm­arin vóru sum verjar, ið góvu teim­um møguleikan at vísa, hvat teir dugdu. Aðr­ir næm­ingar siga seg hava beiskan smakk í munn­inum, tí teir sóu læraran og  próv­dóm­ar­an sum ákærar, ið trá­spurdu og bíðaðu eft­ir, at teir skuldu snáva.

 

Tá ið ein hoyrir ungfólk kæra sína neyð um ársmet og próv­tøl, kann ein spyrja seg sjálv­an:  Hava tey ungu rætt í tí, tey siga? Eru teirra frágreiðingar eftir­fa­r­andi? Ella eru ung í dag erk­vis­in og sjálvgóð, og royna tey støðugt at finna und­an­førslur, um tað rekur ímóti?

 

Svarið er helst bæði/og. Fleiri út­búg­v­ing­ar­gransk­ar­ar hava varpað ljós á, hvussu ársmet og próvtøl verða givin, og teir mæla til, at hesin parturin av lær­ara­yrkinum fær størri upp­merk­semi.

 

##med2##

 

Und­ir­vís­ing­ar­gransking í Týsklandi

 

Týski professarin í náms­frøði, Andreas Helmke, skrivar í bókini “Unt­er­richt­s­qual­i­tät und Lehrer­pro­fess­i­on­al­i­tät” (2017), at í eini full­komnari skúlaverð hevði eitt próvtal verið ein neyv mynd av, hvat næm­ing­urin dugir. Men skúla­verð­in er hvørki fullkomin ella lýtaleys.

 

Helmke minnir okkum á, at ein lærari er ikki bara ein lær­ari. Ein lærari er eitt menn­iskja, ið hevur sín egna verumáta. Hann er mynd­aður av sínum lívs­roynd­um, og ígjøgnum lívið hevur hann formað sínar egnu mein­ingar, sítt egna virðisgrundarlag og sín egna smak. Tá ið ein lærari skal taka eina skjóta avgerð um eitt næm­inga­avrik, er altíð vandi fyri, at hetta persónliga við­før­ið onk­urs­vegna verð­ur bland­að uppí met­ing­ar­gongdina.    

 

Harumframt hava allir lær­ar­ar blindar blettar. T.e. at­ferð­ar­mynstur, ið lærarin sjálv­ur ikki gáar um, men sum onnur kanska leggja merki til. Teir blindu blettirnir kunnu m.a. vera:

 

 

 

1. At hava lyndi til at savna øll próvtøl á miðjuni:

 

Nakrir lærarar geva nærum bara miðalhøg próvtøl. Í staðin fyri at brúka allan próv­tals­stigan, avmarka teir seg til tølini 4, 7 og 10.

 

 

 

2. At hava lyndi til víð­gongdar metingar:

 

Nakrir lærarar geva lut­fals­liga fá miðalhøg próvtøl. Teir gerast lætt bergtiknir av dugn­a­ligum næmingum og geva 12, og teir hava lítið tol við fakliga veikum næm­ingum og kvíða ikki fyri at geva 0 og 2.

 

3. At hava lyndi til at døma mildari enn gott er:

 

Kanningar vísa, at nakrir lær­ar­ar geva næmingum hægri próvtal, enn teir hava upp­i­borið. Tess betur ein lær­ari kennir flokkin, og tess tættari hann er knýtt­ur at einstaka næm­ing­i­num í flokkinum, tess verri hevur hann við at geva lægstu próvtølini.

 

 

 

4. At hava lyndi til taka støði í flokk­i­num heldur enn náms­ætl­anini:

 

Kanningar vísa, at nakrir lær­ar­ar hava tann óvana, at tá ið teir geva ársmet og próv­met, so byggja teir met­ið á, hvussu næmingurin stend­ur seg samanborið við floks­fel­ag­ar­nar. Fakligu før­leik­a­málini, ið eru orðað í náms­ætl­an­ini, eru als ikki partur av metingini.

 

5. At hava lyndi til at blanda óviðkomandi við­ur­skifti upp í próv­met­ing­ina:

 

Onkrar kanningar vísa, at lær­a­r­ar kunnu lata at­burð­in hjá næminginum gjøgn­um skúlaárið á­virka bæði ársmetið og próv­met­ið. T.d. kann ein ar­beiðs­sam­ur næm­ing­ur, fáa eitt hægri met, enn hann hevur uppiborið. Og ein næm­ing­ur, ið hevur verið trupul  at fá­ast við gjøgnum árið, kann fáa eitt lægri met, enn hann eigur at fáa.

 

 

 

6. At hava lyndi til at gera log­isk mistøk, tá ið mett verð­ur:

 

Kanningar vísa, at tað er ikki ó­van­ligt, at lærarar blanda ó­við­kom­andi við­ur­skif­ti sam­an í met­in­g­ar­gongd­ini. T. d. fáa næm­ing­ar, ið hava nerv­ar, stund­um lægri próvtøl enn næm­ingar, ið eru tryggir og ó­smædn­ir, hóast teir fak­liga eru á sama støði. Eis­ini síggjast dømi um, at næm­ing­ar, ið eru veikir lesarar, fáa lægri próvtøl enn góðir lesa­rar, hóast lesiførleikin ikki átti at verið partur av met­ing­ini.

 

 

 

7. At hava lyndi til at vevja for­eldr­ini uppí ársmetið og próv­metið:

 

Kanningar geva ábending um, at næmingar, hvørs for­eld­ur hava høga útbúgving ella hava verið løtt at sam­s­tarva við gjøgnum skúla­tíð­ina, hava størri sann­lík­indi fyri at fáa eitt hægri árs­met og próvtal enn aðrir næm­ing­ar.

 

Henda seinasta fell­an er miðdepils í eini stór­ari kanning, ið varð framd millum fólka- og mið­náms­skúl­a­lær­a­­­rar í Svøríki (Bergling, 2022). Kann­ing­in vísti, at gjøgnum eitt skúla­ár upp­liv­ir fjórði hvør lær­ari, at foreldur leggja trýst á, fyri at barn teirra skal fáa hægri próv­tal. Serliga eru tað for­­eldur­, ið hava høga út­­búgv­­ing, og/ella sum eru í leið­­andi størvum, ið halda seg hava rætt til at taka upp sam­­band við læraran.

 

Í eini danskari kanning um próv­­døm­ing á miðnámi greiða lær­arar frá, at tað er mik­ið lættari at próv­døma í stødd­frøði og í nátt­­úr­u­vís­ind­a­ligum lær­u­grein­um, har upp­gáv­u­sva­r­ið er annaðhvørt rætt ella skeivt, enn í hug- og sam­fel­ags­vísind­a­ligum lær­u­greinum, har fas­itt­listi­n er meiri flót­andi, og har tulk­ing­­ar­­møg­u­leik­ar­nir eru fleiri (EVA, 2016). Í donsku skúl­a­verðini vann hetta sjón­­ar­­mið frama í  einum skúl­a­­eks­­per­i­menti í 2013, har tveir dul­nevnd­ir journ­al­ist­næm­ingar skrivaðu hvør sín stíl, og fingu stílin mett­­an av 20 royndum móð­­ur­­máls­lær­ar­um. Lær­ar­ar­nir vistu ikki av, at teir vóru partur av ein­um eks­per­i­menti. Teir hildu, at stíl­arnir vóru skriv­að­ir av tveim­um til­vil­d­ar­lig­um næm­ing­um í 9. flokki og próvdømdu sum van­ligt. Úrslitið, sum skapti nógv kjak, var, at ann­ar stílurin fekk øll próv­tøl frá 02 til 12, með­an hin stíl­urin fekk øll próv­tøl frá 4 til 12 (Nielsen, 2013).

 

Helmke, ið viðger teir sjey blindu blett­ar­nar hvør sær, er und­ir­vís­ing­ar­gransk­ari. Hann roynir ikki at máa støðið undan lærar­a­yrk­i­num, men vil har­aft­ur­ímóti geva lær­ar­um dirvi at viðganga, at tað er trupult at seta tal á fakligu førleikarnar hjá næmingum. Hann vil vísa á, at telvingin millum utt­an­velt­að krøv (t.e. tað ob­jek­tiva) og persónligar tulk­ingar av hesum somu krøv­um (t.e. tað subjektiva) er – og hevur altíð verið – ein torførur partur av lær­ar­­­a­yrk­i­n­um.

 

Men er tað bara í lærara­yrk­inum, at met­ing­ar­ar­beið­ið er trupult? Nei, tvørt­urímóti.

 

##med3##

Yrkisgransking í vesturheiminum

 

Nobelvinnarin Daniel Ka­h­n­­em­an (sáli) og gransk­ing­­ar­fel­ag­ar hansara góvu í 2021 út bók­ina “NOISE – A Flaw in Human Judge­ment”. Í bókini vísa teir á ó­telj­andi kanningar, ið allar koma til somu niðurstøðu: Yrk­is­lærd fólk, sum hava somu akademisku út­búgv­ing, og sum arbeiða eft­i­r somu lóggávu, reglum og man­n­a­gongdum, kunnu koma til rættiliga ym­isk­ar nið­urstøður í per­són­s­mál­um.

 

Dømini í bókini stava m.a. frá:

 

• Læknaverðini, hartveir lækn­ar kunnu kanna sama sjúkl­ing, men stilla ymiskar  dia­g­no­sur og seta ymiskar við­gerð­ir í verk.

 

• Almennari fyrisiting har tveir málsviðgerðar, sum hava somu upp­lýs­ing­ar um eitt trupult fam­ilj­u­mál, kunnu koma til hvør sína niðurstøðu um, hvørt mamm­an ella pápin er bet­ur skikk­að at fáa for­eldr­a­mynd­ug­leikan.

 

• Útlendingastovuni har tveirjur­ist­ar, sum við­gera somu umsókn um upp­i­halds­loyvi, kunnu snara mál­ið í ymiskar ættir við tí úrs­liti, at annar mælir til, at um­søkj­arin  sleppur at vera ver­andi í landinum, með­an hin mælir til, at um­sókn­in verður havnað.

 

•Rættarsalinum hartveir dóm­arar, sum skulu døma í sama brotsmáli, kunnu lesa málið sera ym­iskt og fella ym­is­k­an dóm.

 

• Setanarbólkar á stovn­um har tveir persónar, sum kenna arbeiðsplássið eins væl, kunnu vera grund­leggj­­andi ó­samd­ir um, hvørt ein um­søkjari er egn­að­ur ella ó­egn­að­ur at verða sett­ur í starv.

 

Kahneman ger lesaran var­ugan við, at líkamikið hvussu høga útbúgving eitt starvs­fólk hevur, so verður tað ong­antíð eitt lýtaleyst tól­menni. Yrkislærd fólk hava – eins og øll onnur – sín egna fatanarkring, sína egnu forfatan og sínar egnu fordómar (“bias”). Og henda tríeindin ávirkar bæði teirra útsýni og teirra av­gerðir.

 

Ein áhugaverdur spurn­­in­­gur, ið verður um­rødd­ur í bókini, er, hvussu sinn­is­støðan hjá tí yrk­is­lærda kann á­virka met­ing­ar­úrs­lit­ið. Kann­­ing­­ar vísa, at um ein per­són­ur (dóm­ari, lækni, und­ir­vís­ari) er svangur, troytt­ur, strongd­ur ella he­v­ur upplivað okk­urt keð­­­i­ligt heima við hús, so kann hetta ávirka, hvussu væl hann greiðir sín ar­­beiðs­setning. T.d. um hann ger sær ómak ella er gá­loysin. Um hann er laga­lig­ur ella strang­ur. Um hann festir seg við hetta held­ur enn hitt.

 

Tað er óhugnaligt at í­­mynda sær, at so er. Men um vit hugsa okkum um, so er hetta kanska ikki so und­­a­r­ligt, sum tað ljóðar. Tí yrk­­i­s­lærd fólk eru bara menn­­i­skju, tá ið til stykkis kemur.

 

Millum leiðreglur, kæru­møguleika og sjálvsinnlit

 

Í øllum yrkjum hevur ein ment innanhýsis manna­gongd­ir, ið hava til end­a­máls at finna og rætta møg­u­ligar villur. Harumframt hev­ur brúkarin – tað veri seg sjúklingurin, tann ákærdi, flóttin ella næm­ing­urin – heimild at kæra eina avgerð, um við­kom­andi heldur seg verða ó­rætt­víst viðfarnan. Kær­u­møguleikin verður rokn­að­ur sum ein týðandi góðsku­trygd.

 

Andreas Helmke og Dan­iel Kahneman við­gera á hvør sín hátt ta ser­støðu, ið eitt yrkislært menn­iskja er í, sum hevur til upp­gávu at fella dóm yv­ir eitt annað menniskja. Lær­ar­ar døma kanska meira enn nakar annar yrk­is­bólkur. Teir geva fleiri hundrað støðumet og próv­tøl um árið, og tí er tað týdn­ing­ar­mik­ið, at lærarar – bæði ein­sær­is og í bólki – javnan taka met­ing­a­r­bril­lur­nar av nøs­ini og pussa tær skeinur burt­ur, ið ótilvitað kunnu á­virka sjónina.

 

##med4##