Articon 50 millióna sáttmála í Noreg

Um miðdagsleitið í dag skrivaði stjóri í Articon, Jón Sigurðsson, undir sáttmála við norska vegdirektoratet um ein 3,5 kilometur langan vegatein millum Olso og Bergen.

- Hetta hevur sjálvandi nógv at siga fyri okkum. Vit hava leingi ligið úti eftir at fáa anleggsarbeiði uttan fyri Føroyar, tí har hevur ikki verið so nógv at gera seinastu árini, sigur Jón Sigurðsson.

Farið verður beinanvegin undir at fyrireika arbeiðið, og stjórin væntar, at farast kann veruliga í gongd innan fyri ein mánað.

- Arbeiðið skal handast komandi summar, so vit hava eitt gott ár til at gera arbeiðið í, sigur Jón Sigurðsson.

Hann roknar við, at tað verður neyðugt hjá Articon at fáa fleiri fólk á arbeiðið.

- Eg rokni við, at talan verður um eina blanding av føroyingum og norðmonnum, men tó verða tað mest føroyingar, sigur Jón Sigurðsson.

Tað eru fleiri aðrar spennandi verkætlanir í Noreg, men fyribils væntar stjórin, at teir fara at leggja doyðin á at fáa gjørt eitt so gott arbeiði, sum gjørligt.

- Vit fingu eitt arbeiði í Hetlandi í 2011, og tað hepnaðist væl. Nú skulu vit so royna at fáa fótin fastan í Noreg, sigur Jón Sigurðsson.