Arvurin eftir Martin Luther King

Nú eru liðin 40 ár, síðani Martin Luther King varð myrdur. Hann hevur nú verið deyður í longri tíð, enn hann var á lívi. Men lekir tíðin øll sár, og hvør er arvurin eftir Luther King?

Árið 1968 var eitt hendingaríkt ár. Kring allan heim gjørdu lesandi uppreistur. Vietnamkríggið leikaði harðliga á. Handan Jarntjaldið var enn eitt land bankað upp á pláss, tá russisk tanks rullaðu inn í Prag, og nýhugsanin varð køvd. Apollo 8 startar á fyrsta sinni longu ferðina upp á mánan, tó var mánalendingin ikki fyrr enn í 1969. Hetta var eisini árið, tá Robert Kennedy varð skotin, ikki bert hann, men eisini heimskendi mótstøðustríðsmaðurin Martin Luther King lat lív í apríl mánaða 1968.

Tann 3. apríl 1968 helt Martin Luther King seinastu røðu sína. Hendan røðan, ið var hildin í „Bishop Charles Manson Temple“ í Memphis, Tennessee, fyri 11.000 áhoyrarum, var á ein hátt profetisk. Hann nevndi, at eitt langt lív ikki var hansara mál, hansara uppgáva var at gera Guds vilja. Gud hevði ført hann niðan á fjallið, har hann hevði sæð tað lovaða landið, ið fólk hansara fór at koma inní. Síðst í røðuni segði hann seg ikki óttast menniskju, tí hann hevði sæð Guds heiður. Einans eitt samdøgur aftaná gingu tíðindini um allan heim, at Martin Luther King var myrdur.

Ramman um uppvøksturin hjá King var suðurstaturin Atlanta, Georgia, ið liggur á eystursíðuni á USA. Barndómsheimið hjá Kings lá á „Auburn Avenue“, flestu íbúgvarnir í tí gøtuni vóru vælhavandi svørt, eins og King-húskið. Martin Luther King var sonur lærarinduna Albertu Christine Williams King og baptistaprædikumannin Martin Luther King (Senior). Tó lá eitt myrkt skýggj yvir miðalklassabarndóm hansara. King vaks upp í einum samfelag, har svørt og hvít livdu heilt sundurskild ígjøgunum sokallaðu „segregatiónina“. Børnini gingu í ymsum skúlum, tey gingu í ymsum kirkjum, tey hvítu sótu á teimum bestu plássunum í almennum bussum og tokum, alt samfelagið var býtt upp í svart og hvítt, har tey svørtu vóru fyri einum mismuni vegna húðalit sín. 18. Juni 1953 giftist Martin Luther King (junior) við Corettu Scott Williams. Saman fingu tey børnini Yolandu Denise, Martin Luther III, Dexter Scott og Bernice Albertinu.



Startskotið til mótstøðurørsluna

Í desember 1955 varð svarta seymikonan „Rosa Parks“ handtikin, tí hon ikki vildi reisa seg upp fyri einum hvítum manni, ið koyrdi við sama bussi sum hon. Hon noktaði at reisa seg upp, tí hon sat á einum plássi, ið var til tey svørtu. Hetta var í roynd og veru startskotið til mótstøðurørsluna, ið Martin Luther King bleiv oddamaður fyri. Hendingin útloysti eina solidaritetsrørslu ímillum tey svørtu, tí ein triðingur av íbúgvunum í Montgomery var svartur. Hesi stóðu saman um at boykotta bussfelagið í býnum; hetta bleiv kent sum „Montgomery Bus Boycott“. Búskaparliga sæð hevði bussfelagið stóran vinning av svørtu kundunum; tó høvdu hesi eingi rættindi. Boykottið helt á í meir enn eitt ár. Tann 26-ára gamli King var valdur til leiðara fyri nevndina „Montgomery Improvement Association“. Boykottið endaði við, at ein hægstirættur gav forboð ímóti rasuskilnaðinum í bussum í býnum. Tey komandi árini aftan á henda sigurin ferðaðist King túsundavís av kilometrum kring USA og eggjaði fólki til at gera nakað fyri borgararættindini hjá teimum svørtu.



Reformatorur fyri rættindunum hjá teimum svørtu

Martin Luther King er uppkallaður eftir stóra týska reformatorinum úr Wittenberg - Martin Luther. Eins og Luther peikaði á skeivleikar í 16. øld og reformeraði trúðarlívið, peikaði King á rasumismnir, ið var ein skeivleiki í 20. øld.

Tey 13 árini frá 1955 til 1968 varð King tikin í varðhaldi umleið 30 ferðir og svav mangar nætur í fangahúsi. Í 1956 varð hann kosin til ársins mann í vikublaðnum „Time“. Á sumri 1963 vóru 841 mótmælisgongur í 196 ymsum býum fyri rættindunum hjá afroamerikansku borgarunum. Søguliga talan, ið er kend enn í dag: „I have a dream“ varð hildin bert fáar mánaðar undan morðinum á J.F. Kennedy forseta, undir sokallaða „March on Washington for Jobs and Freedom“, har 250.000 vóru við í demonstratiónini, harav 60.000 hvít.

Í 1964 fekk tann einans 35-ára gamli King Friðarnobelprísin. Í kirkjuni í Riverside í New York segði hann sína meining ímóti krígnum í Vietnam í 1967. King var vorðin ein persónur ið sera nógv lurtaðu eftir; tí fekk hann eisini nógvar fíggindar, tá hann kritiseraði Vietnamkríggið. Deyði hansara, ella hansara martýrium, bleiv til endans sterkasta og harðasta røddin hjá teimum svørtu. Stóra fyrimyndin hjá King var Gandhi. Við sanginum We shall overcome stríddist King fyri sakini uttan harðskap. Hann er enn í dag eitt ikon í friðarligu mótstøðurørsluni og í stríðnum ímóti rasumismuni.



Tikin av døgum á einum lukkuligum degi

Á kvøldi tann 4. Apríl í 1968, klokkan 18:01, varð King skotin á altanini á „Lorraine

Motel“ í Memphis, Tennessee. Hóast fólk komu til hjálpar alt fyri eitt, doyði hann 20 minuttir seinni. Í einum rúmi í bygninginum beint yvirav varð skotvápnið funnið. Fingramerkini á vápninum førdu løgregluna til mannin James Earl Ray, ið hevði verið revsaður fleiri ferðir áður. Hann varð handtikin í London nakrar vikur seinni. Hann varð dømdur til 99-ára fongsulsrevsing, og doyði hann í einum fangahúsi fyri nøkrum árum síðani. Kona king, Loretta, trúði ikki upp á, at Ray var drápsmaðurin. Hon og mong onnur halda, at hann var offur fyri eini samansvørjing, ið høgir menn í eitt nú FBI stóðu aftanfyri.

Jarðarferðin hjá King varð hildin 9. Apríl í 1968. Hann varð jarðaður á „South View Cementary“, einum kirkjugarði fyri svørt. 50.000 fólk komu til jarðarferðina, harímillum varaforsetin Hubert H. Humphrey, Robert Kennedy og Richard Nixon. Á kistulokinum stóðu seinastu orðini úr røðuni „I have a dream“ inngraverað: „Free at last! Thank God Almighty, we are free at last!“

Deyðin hjá King útloysti nógvan ófrið næstu dagarnar. Ófriður var í 100 ymsum býum kring alt USA. Í hesum høpi lótu umleið 39 fólk lív, 2000 vórðu særd, og fólk í túsundatali vórðu handtikin. Serliga ring var støðan í høðusstaðnum Washington, har heilir býarpartar vórðu lagdir í oyði.



Anno 2008

Hvussu sær tað út við arvinum hjá Martin Luther King?

Amerikanski uttanríkisráðharrin Condoleezza Rice hevur peikað á skeivleikan í sambandi við burðarstundina hjá USA. Europearar komu til Amerika sum frælsir menn og frælsar kvinnur, afrikanarnir komu í leinkjum. Ein skeivleiki, ið hevur havt óhugnaliga stórar fylgjur, heilt til dagin í dag.

Fyri ein part av teimum svørtu íbúgvunum í USA er dreymurin gingin út. Tó vísa hagtøl, at hesin skeivleikin enn er at finna í dag. Arbeiðsloysið hjá teimum svørtu er tvær ferðir so høgt sum hjá teimum hvítu. Ein fjórðingur av svørtu íbúgvunum liva undir fátækamarkinum. Hvít fáa í miðal 50 prosent meir í løn. Miðalaldurin á afroamerikanarum er yvir fimm ár undir miðalaldrinum hjá einum hvítum amerikanara. Fongsul eru full av svørtum menniskjum. Íbúgvar í sosialum brennideplum eru ofta svørt, ið aftur føra arvin víðari til síni børn, tí tey bert hava atgongd til vánaligar skúlar.

Í novembur verður gjørt av, hvør skal traðka í fótasporini hjá George W. Bush. Hetta er fyrstu ferð, at ein littur amerikanari av sonnum hevur møguleikan at vinna valið.

Í løtuni ferðast Barack Obama runt í USA og hugtekur fólk við sínum røðum og eyðkendu slagorðum: „Yes, we can!“ Tó er innihaldið eitt annað enn tað hjá Martin Luther King. Obama ynskir ikki bert at tosa um rættindini hjá teimum svørtu. Hann ynskir at vera presidentur fyri alt fólkið. Hátturin, ið Obama hugtekur fólk uppá, minnir nógv um háttin King hugtók fólk uppá, tá Martin Luther King stríddist fyri at taka av rasumismun ímillum svørt og hvít.

Ymsar røddir vilja vera við, at Barac Obama livir eitt farligt lív. Og summi spyrja, um Obama kanska fer at verða offur fyri eini brotsgerð, eins og mangir aðrir góðir menn, sum til dømis Martin Luther King og John F. Kennedy.

Fortreytin fyri eini Condoleezzu Rice ella einum Barack Obama anno 2008 hevði ikki verið uttan menniskjaligu hetjuna Martin Luther King.



Eftirminnið

Í ár hevur King verið deyður longur, enn hann livdi. Til minnis um King er triði mánadagur í árinum ein frídagur í USA. Frá 18. januar 1993 er hesin minningardagur vorðin ein frídagur í øllum statunum í USA, og ikki bert í suðurstatunum.

Nógvir vegir, gøtur og bygningar í ymsu statunum eita eftir King.

Kona King, Coretta Scott King, hevur arbeitt fyri somu søk sum King, heilt til hon doyði í 2006. Mong kend fólk, vóru til jarðarferðina harímillum eisini George W. Bush forseti.

Bólkurin U2 hava gjørt tveir sangir - Pride og MLK - á albumminum „The unforgettable fire“ til minnis um King og málunum, hann stríddist fyri.

Bæði barndómsheimið í „Auburn Avenue“ og „Lorraine Motel“ eru gjørd um til museum til minnis um King og rørsluna, ið stríðist fyri rættindunum hjá svørtu US-borgarunum. Í barndómsheiminum verða bólkar upp á í mesta lagi 15 persónar vístir runt í húsinum og hoyra mangar søgur um King, tá hann var ein lítil kúllur; harvið vinnur ein innlit í umstøðurnar, ið formaðu ein mann sum Martin Luther King. Maðurin, ið førur tey vitjandi runt í húsinum, er tann blindi „Ranger Doug Coyle“, Hann greiður eisini frá hvíta barndómsvininum hjá King, ið ikki vildi vita av honum, tá teir skuldu í ymsar skúlar, King í ein skúla fyri svørt og vinurin í ein skúla fyri hvít. Hann veit av royndum at siga frá, at tey flestu, ið vitja hetta húsið, eru svørt.

Á „Peachtree Street“, ikki langt frá barndómsheiminum hjá King, er eitt annað fyrrverandi hús, ið er gjørt um til eitt museum. Her skrivaði rithøvundurin Margaret Mitchell skaldsøguna „Gone with the Wind“ frá 1926 til 1929. Skaldsøgan um villu Scarlett O´Hara, dóttrina hjá einum plantagueigara. Bókin er seld í 30 milliónum eintøkum, hon er týdd til 32 mál, og enn í dag verður bókin seld útvið 300.000 ferðir árliga. Eins og í barndómsheiminum hjá King verða tey vitjandi víst runt og hoyra alskyns søgur um persónin, ið livdi her. Munurin er bara, at flest øll vitjandi her eru hvít, men hetta man vera av tilvild!