Landsstýrismaðurin í Undirvísingarmálum hevur sett Ásu Ellefsen, Tórshavn, í starvið sum leiðari fyri Skúlan á Trøðni frá 1. aug. 1997 at rokna.
Ása Ellefsen er fødd í 1939. Hon tók læraraprógv í 1981, serlæraraprógv í 1986 og cand.pæd.psyk. frá DLH í 1990.
Ása hevur verið settur undirvísingarleiðari fyri Sernámsfrøðiligu Ráðgevingina frá 1. august 1991 til 1. oktober 1994, og hevur síðani 1. august 1996 verið settur undirvísingarleiðari í Skúlafyrisitingini.