Ása og Strákur ríða fremst í ólavsøkuskrúðgonguni

17 ára gamla Ása Bárðardóttir ríðir fremst, tá ólavsøkan verður sett í ár

Tað verður heilt serstøk løta hjá 17 ára gomlu Ásu Bárðardóttir, tá ólavsøkan verður sett í ár. Ása Bárðardóttir skal ríða á odda og vera flaggberi í ólavsøkuskrúðgonguni. Orsøkin er tann at hon í fjør vann FM í tvíspor vaksin í kappríðing. Siður hevur seinastu árini verið, at FM vinnarin far í boði at ríða fremst á ólavsøku árið eftir. Um FM vinnarin ikki tekur av, so er tað nevndin í Føroya Ríðingarfelag sum heitur á annað reiðfólk um at bera flaggið. 

 

Ása Bárðardóttir hevur riðið frá tí hon var heilt lítil og hevur fleiri ferðir vunnið FM í Tvíspor ung. Í fjør var fyrsta árið honn kappaðist millum tey vaksnu, men har gjørdi hon bart og vann FM heitið sum einans 16 ára gomul. Tá hon ríðir kapp er tað á sínari egnu ryssu Sílfu, men nú til skrúðgonguna, fer hon at ríða á Stráki, sum familjan eigur. 

 

Skrúðgongan er gamla ólavsøkusiður ið byrjaði longu í 1942. Reiðfólkini tóku stig til hana og vóru í byrjani einasti ítróttarfólkini í skrúðgonguni, men so líðandi eru fleiri og fleiri ítróttargreinar komnar við. Fyri nøkrum árum síðani komu so eisini býráðspolitikkarir við. Enn eiga rossini tó heiðurspláss í skrúðgonguni og eisini siðvunna plássið at standa á Tinghúsvegnum framvið garðinum hjá Jacob Lútzen og Anton Degn, júst sum tey hava gjørt í væl yvir hálva øld.