Asaf er føddur og uppvaksin í Søldarfirði, ynskti sonur Óla Jákup á Heimbø. Undir krígnum arbeiddi hann saman við bretsku hermonnunum við t.d. at gera oljutangar og barakkir í Søldarfirði. Hann tók skiparaprógv í Havn í 1952. Frá 1955-60 sigldi hann m.a. sum bestimaður við íslendska trolaranum "Gudmundur Juni". Fyrst í 60-unum sigldi hann við føroyskum fiskiskipum, til hann fekk starv á skipasmiðjuni á Skála 16. apríl í 1963. Hetta var um ta tíðina, tá teir bygdu fyrsta stálskipið, Boðanes. Asaf byrjaði sum arbeiðsmaður, men lærdi til sveisara og fekk sveisiserfikat. Asaf ein teirra, sum í 70?unum fekk prógv sum kranførari, og hann var tann fyrsti á skipasmiðjuni, sum fekk serfikat sum aluminiumssveisari. Hann var m.a. við til at sveisa tær flestu brúgvarnar til stásiligu nýbygningar, sum gjøgnum árini eru bygdir á skipasmiðjuni. At Asaf var skiparalærdur, kom eisini væl við á skipasmiðjuni, har hann hevur verið skipari á teimum flestu nýbygningunum á Skála á teirra fyrsta royndartúri. Asaf gevst nú á Skipasmiðjuni, hann verður um stutta tíð 76 ára gamal. Hann giftist 14. september í 1954 við Áslu, f. Olsen, úr Syðrugøtu, tey eiga børnini Ólav og Malenu.