Asbest reinsað burtur

Vága kommuna skrivar, at fótbóltsvøllurin í Sandavági er klárur at brúka aftur, eftir at skaði kom á hús í bygdini í sambandi við stormin fyrr í vikuni

Skaðin førdi við sær, at asbest loysnaði og endaði á vøllinum.

 

Í samráð við Arbeiðs- og brunaeftirlitið er vøllurin reinsaður, og øll viðurskifti eru nú í lagi sambært galdandi reglugerðum. Hetta merkir, at vøllurin er góðkendur og kann trygt nýtast aftur.

 

Kommunan heitir á borgarar um at vera varin, tí asbestpettir kunnu framvegis vera at finna í bygdini eftir stormin. Um fólk síggja asbest, verður mælt til at boða kommununi frá. Alternativt kunnu tey sjálvi heinta tað upp við handskum, leggja tað í ein plastposa, binda fyri og burturbeina tað á rættan hátt.

 

Kommunan takkar fyri samstarvið og heitir á øll um at vera eygleiðandi, soleiðis at møgulig vandamikil evni ikki gera skaða á fólk ella náttúru.