Ásla Johannesen til AGF

Føroyski landsliðsspælarin hevur skift frá FC Nordsjælland til AGF

Føroyski landsliðsspælarin, Ásla Johannesen, hevur skift frá FC Nordsjælland til AGF. Hon hevur longu verið ein partur av hópinum í nakrar vikur.

 

– Vit gleðast um, at vit megna at tekkjast spælarum sum Áslu Johannesen. Hon hevur víst seg fram í deildini seinnu árini. Hon er ein verjuspælari, sum arbeiðir hart á vøllinum. Hon hevur nakrar eginleikar, sum vit fara at fáa stóra gleði av, sigur forkvinnan fyri kvinnufótbóltinum hjá AGF.

 

Ásla Johannesen hevur seinnu árini verið partur av framgongdini hjá FC Nordsjælland. Hon er eisini liðskipari á føroyska landsliðnum.