Astrid Joensen verður deildarleiðari á eldrasambýlinum Vesturstovu og í Doktarahúsinum í Fuglafirði komandi góða árið.
Hon verður deildarleiðari hetta tíðarskeiðið, nú verandi deildarleiðari fer í farloyvi.
Astrid Joensen er fuglfirðingur og hevur fleiri ára royndir sum heilsurøktari og demenssamkipari, bæði í Doktarahúsinum og á Vesturstovu.
Harumframt er hon trygdarumboð á Vesturstovu.
Astrid Joensen hevur leiðsluútbúgving og hevur áður verið í farloyvisstarvi sum deildarleiðari.