Eingin kennur sjálvandi raksturin av alivinnuni so væl sum Jørn Astrup Hansen. Hetta viðgongur hann eisini í samrøðuni í Sosialinum mikudagin 9. juli 2003. Tað er heldur ikki so løgi, tí sum hann eisini vís-ur á: hann hevur verið við til at endureisa aluvinnuna aftan á kreppuárini, og fekk nógv heraklapp, tá endureisnin eydnaðist, og alivinnan hevur ment seg til at eiga uml. 23% av føroyska útflutninginum.
Men tað er heilt týðuligt, at nú vil Astrup ikki spæla við longur, eftir at hann hevur endureist alivinnuna sum »minstur brúk«, og eftir at hann hevur lagt alivinnuni lag á, hvussu arbeiðast skal fyri at vinnan kundi bera seg og standa á egnum beinum.
Hann sigur í veruleikanum farvæl og takk fyri lán, hóast brúk er fyri breiðum herum.
Hann vildi verða við so leingi gullfepurin herjaði, og avkastið var rímuligt, men nú prísirnir falla við rúkandi ferð, og ILA sjúkan herjar, nú takkar hann fyri seg.
Hann endurtekur klassisku søguna um tann neyð-uga eginpeningin, sam-stundis sum hann tekur burtur allan áhuga yvirhøvur hjá íleggjarum at koma við nýggjum eginpeningi, men í verunleikanum mælir hann ølllum frá at koma við váðafúsum kapitali, sjálvur dugur hann ikki at síggja nakran, sum hevur tøkan pening at seta í alivinnuna.
Í verunleikanum er greinin í Sosialinum eitt neyðaróp um hjálp, helst eitt felags neyðarróp frá báðum peningastovnunum, og heilfluktar allan trupulleikan hjá alivinnuni yvir á skattaborgarar landsins ? politiska myndugleikan í hesum landi. Nú mynstra teir av og fara í land, og bíða eftir betri tíðum.
1 ? 0 til Astrup og hansara menn?