At droyma er at liva

Í Rákinum hesa ferð lesa vit um fólk, sum hava fylgt dreymum sínum. Vit lesa um listakvinnuna Rannvá Mortensen, sum flytur til India at mála.

Um jogalæraran og vegatararnar, sum droyma um eitt sunnari lív og ein betri heim. Og vit lesa um,hvussu vit kunnu hjúkla um kærleikan í parlagnum, so vit varðveitahendan størsta dreymin av øllum, kærleikan.

Vinkonan, sum er fólka-skúlalærari, hevur seinastu mongu árini nomiðsær kravmikla útbúgvinguttanlands, umframt starvið sum lærari. Tí ferhon javnan av landinumí lestrarørindum. Spurdi hana, hvussu hon fekk ráð til hetta. Jú, hon leggir 1000 krónur í ein cigarkassa hvønn mánað.

Hvørja ferð nóg nógvir pengar eru í kassanum,fer hon uttanlands á

skeið! Hon droymir ikki bara um lívlanga menningog læring, men hevur sett sær fyri, at alt lívið skal vera ein avbjóðing.

Vón okkara er, at Rákið hesa ferð bæði kveikir dreymar, og ikki minst, eggjar til at gera teir til veruleika.

 

--