At egna mátt fyri egnan mátt

Umm(v)æli av val(ferÐar)fundinum í NorÐurlandaúsinum

Petur Pólsson Jensen og Knút Háberg Eysturstein
?????????????????????????????????????????

a. gegnið
Lat okkum bara staðfesta beinanvegin, at hetta ummælið ikki er heilt ógegn-igt. Vit hava nøkur ávís hjartamál (vit eru báðir tón-leikarar, yrkjarar og loysingarmenn), sum liggja huga okkara frammalaga, og tað vil sjálvsagt merkja, hvat vit halda um fundin, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið.

b. tað er so umráð-andi, hetta her, at síggja gott út
Tað fyrsta, ein legði til merkis var, at føroyingar eru farnir at líkjast øðrum tjóvum sera nógv. Áður var tað bert dønum, men nú hevur føroysk fjølmiðlagreðing av øllum tikið ræðið, eins og amerikanska og bretska undirhaldsmentanin hevur tikið kvørkratak á ALT sjónvarps"undirhald". Soleiðis varð valfundurin í Norðurlandahúsinum eisini heldur eitt valshow enn ein politiskur fundur, har menn (og ein kvinna) bóru fram tað, sum tey veruliga høvdu liggjandi í sínum hjarta. Tíðaravmarkingin (tey høvdu ásetta tíð at tosa í) gjørdi, at onkur teirra gjørdist eitt sindur knappur og sperdur, og tað skaðaði í fleiri førum framløgurnar. Men gott út sá tað.
Tað tykist, sum er føroyskur politikkur komin inn á eina slóð, sum aldri hevur verið gingin her á landi áður. Tað snýr seg ikki longur um at seta verulig sambond við aðrar livandi verur á stovn, men snýr tað seg heldur um at taka lut í eini "Stjerne for en aften" líkari kapping um at síggja best út, meðan tú oysir nakrar flosklar, sum onkur annar hevur funnið upp á, úr tær. Tann, sum dugir best at smyrja ullarlagdir inn í glitrandi glansmyndir, tykist at vinna.
d. paradoksal parta politisk parentes viðmerking
(Dentur skal vera lagdur á, at vit illgruna, at umleið 2/3 av veljarum Sambandsfloksins eru í einum aldri, sum ger, at tey ikki hættaðu sær ella orkaðu at ómaka sær allan vegin í Norðurlandahúsið, tí at tey helst vóru farin í song. Kanska eru fleiri teirra eisini ov blind at síggja sjónvarp og ov deyv at hoyra útvarp. Seinasti triðingurin av sambandsveljarum eru fólk, sum eru fullkomiliga líkasæl um alt, annað enn at varðveita status quo fyri ein hvønn prís, men helst í donskum krónum. Trupulleikin er bara, at eitt hvørt virkið og livandi samfelag er í støðugari menning og flytir seg alla tíðina alsamt móti einum máli. Tað bíðar ikki eftir teimum, sum standa eftir og skrála um at halda aftur. Eitt sindur hugvekjandi at hugsa sær, at júst sambandsflokkurin hevur "framburð" sum eitt av aðalagnunum).
e. tjóðveldið vinnur valið !?!
Í øllum førum, um vit skulu meta út frá undirtøkuni í salinum, so verður Tjóðveldisflokkurin vinnarin (alt annað staðfestir veruleikan í omanfyriskrivaðu útsøgn - ppppv*). Teir megnaðu væl at bera seg, høvdu sál og hjarta, og hildu sær í ovurstóran mun frá at kasta tøð í andlitið á hinum flokkunum. Avgjørt størsti fagnaðurin hoyrdist, tá Torbjørn Jacobsen, fullur av eldfýsni, sum altíð, legði sína áskoðan um føroyskan búskap og vinnu fram. Høgni Hoydal bar seg alla sendingina siðiliga at, og legði greiðar útsagnir á borðið, bæði víðvíkjandi tí, sum framt er og tí, sum enn er langtíðarætlanir frammi í tíðini. Hann lat seg heldur ikki lynda av mjarri, sum aðrir formenn komu við. Av og á hevði hann tó trupult at halda seg innan fyri tíðarmerktu karmarnar, men hetta kemst helst av, at ríkisrættarliga støða Føroya er eitt so týðandi mál, at tað er ringt at balla tað inn í flosklar, sum tú fært fýrt av í hálvan triðja minutt.
f. stuttligasta skemtisøgan sunnukvøldið
Skemtiligasta innslagið var helst, tá Annfinn Kallsberg legði fólkinum dent á, at tey ongum av hinum skuldu trúgva, tí at teir bluffaðu allir samlir.
c. vælferð og valagn (ella øvut)
Jóanes Eidesgaard tykist at hava tikið nógvar vitaminir, tí hann, sum altíð, megnaði sera væl sína uppgávu. Hann er ein fólkaforførari sum fáur, og eisini hetta kvøldið megnaði hann at peika á, hvat er galið við farna landsstýri. Vit eiga nógvar pengar. Hetta vóru flest ydl samd um, men "neyð og elendigheit" verður alíkavæl prædikað yvir føroyska fólkið (m.a. í valblaðnum, sum javnaðarflokkurin hevur sent út í Vágoynni). Vælferðin var so sanniliga eisini teirra tjóðsangur. Vit saknaðu tó at fáa nøkur greið boð upp á, hvat vælferð er. Semja tykist vera um, at Føroyar skal vera eitt vælferðarsamfelag, men fatanirnar av, hvat eitt vælferðarsamfelag í veruleikanum er, tykjast at vera ørkymlandi ymiskar. Onkur heldur at blokkurin og ríkisfelagsskapurin eru týðandi partar av tryggjanini av vælferðini, meðan aðrir halda, at vit sjálv eiga at taka ábyrgdina av okkara egnu vælferð. Javnaðarflokkurin segði seg vera einasta flokk, sum veruliga vil fremja hetta í verki. Jóanes Eidesgaard segði einaferð, at politikarar sita har, teir sita, tí at teir eiga at hava greið boð til fólkið um, hvussu tað skal skipast og stýrast, og sipaði við hesum til, at onki hevur verið gjørt við kreppuna, sum rækjuflotin, flakavinnan og onnur eru úti í. Sjálvur hevði Jóanes ongi greið boð av nøkrum slag, annað enn at Javnaðarflokkurin skal fáa atkvøðurnar. Jóanes var eisini øgiliga hálur (eitt sindur glerstoyttari enn vanligt). Tóktist sum fríggjaði hann til allar flokkar, soleiðis at hann kann fara í song við hvørjum tað skal vera týskvøldið.
h. fet fyri fet í 100 ár
Sjálvstýrisflokkurin erpaði sær av at hava sitið í landsins leiðslu seinastu øldina, og fingu kanska harvið eyðmerkt, hvat ein "stig fyri stig" politikkur í veruleikanum avrikar. Allir hinir flokkarnir í Føroyum fylgja í fótasporum sjálvstýrisfloksins var boðskap-urin. Nógv annað var ikki á skránni.
dk. merkið reytt og hvítt
Sambandsflokkurin, sum stendur til at vinna valið, sambært veljarakanningum og Lisbeth, hevði merkverdiga lítið at bjóða uppá. Lisbeth var øgiliga skjót at gera gjøldur burtur úr Høgna Hoydal , tosaði óført um, at ætlanirnar vóru nógvar, men tá hon so hevði spurt onkran, hvar hesi avrik vóru, máttu Høgnamenn viðganga, at tey enn vóru á skriviborðinum. Tað hendi, og bert í sambandi við Lisbeth, fleiri enn eina ferð, at ongin klappaði, eftir at Lisbeth hevði tosað. Hetta hevði kanska nakað at gera við, at hon nýtti umleið 1/3 av tíð síni at lesa úr veljarakanningini, sum varð gjørd sama dag, og 2/3 av tíðini til at endurgeva brot úr valskrá sambandsfloksins, og hevði sostatt onki beinleiðis konstruktivt boð upp á, hvussu nakað sum helst skuldi fremjast í praksis (men tó vóru greiðar ábendingar um, at Danmark skal mjólkast og skuld Føroya skal vaksa). Tað var eitt sindur hugstoytt, at ein forkvinna í einum flokki, sum stendur til at skula vinna stríðið um at stýra hesum landi, hevur so lítið at siga. Eftir undirtøkuni í salinum at døma, verður sambandsflokkurin stóri taparin á valinum (aftur ein ávising til omanfyriskrivaðu viðmerking - ppppv*)
g. with god on our side
Miðflokkurin hevði nógv at bera fram. Teir vóru greiðir og beinleiðis í talu og høvdu fleiri konkret uppskot um, hvussu farast skal fram á ymiskum økjum. Frammalaga stendur ein fíggjarlig uppgerð við Danmark um, hvat danir fáa burtur úr at NATO sleppur at virka í Føroyum. Endamálið er at finna fram til, hvat Føroyar í veruleikanum fáa burtur úr ríkisfelagsskapinum í mun til hvat danir í veruleikanum fáa burturúr. Hetta var eitt mál, sum bara Miðflokkurin tosaði um, og sum ongin av hinum flokkunum viðmerkti. Aðalmál Miðfloksins; at fáa Gud inn aftur í allar skúlabøkur og familjan, vórðu sjálvandi eisini frammarlaga.
l. løgin løgmaður
Sjálvt um Anfinn Kallsberg segði tað stuttligasta hetta kvøldið, so segði hann eisini nógv annað minni stuttligt. Hann byrjaði øgiliga væl og konstruktivt og legði upp til eitt stórt og breitt samstarv, men móti endanum tóktist hann at detta aftur grøvina, at hava so ilt í afturpartinum, at tjóðveldisflokkurin hevði skyldina av, at ongin loysn var funnin til kreppuna hjá rækjuvinnuni. Fólkaflokkurin hevur seinastu 6 árini staðið fyri eitt nú samferðslumálum, og teir hava avrikað nógv, men vit ivast hvussu væl vágafólk taka ímóti, at Annfinn gevur Bjarna Djurholm æru fyri Vágatunnilin.
s. speispeispei spei við skili (spei til side)
Sum áður nevnt, hevði harra Kallsberg kanska vunnið steypið fyri kvøldsins feitasta speisemi, men Jóhan Dalsgarð úr Hinum Stuttliga Flokkinum stóð onki aftanfyri. Hann var tað, sum hann sjálvur segði; erligur og herligur. Hann dugdi ótruliga væl at myndlýsa (illustrera) sínar provokatiónir á ein slíkan hátt, at tær vóru stuttligar, uttan á nakran hátt at gerast beiskar og óreinar (nakað, sum allir hinir flokkarnir kundu lært val av). Vit hava næstan hug at siga tað soleiðis, at JíK var tann, vit vóru mest samdir við, men kanska ikki tann, sum fær okkara atkvøðu, tí at hartil eru raðfestingar okkara nakrar aðrar. Men tað besta á øllum fundinum vóru seinastu orðini frá stuttliga flokkinum. Jóhan dugdi øgiliga væl at gera gjøldur burtur úr nýmótans politiska hugtakinum, sum er at sita har og fýra flosklar av, og so ljóða, sum veitst tú, hvat tú heldur teg siga. Hann vísti eisini, at hann sum so hevur gjøgnumskoðað hetta, og helt eina lítla "ordiliga politiska" mini røðu, við røttum tónalagi og øllum flosklunum á røttum stað. Jóhan lýsti tann føroyska politiska vígvøllin sum eitt stórt hjól, og vit eru hamstarar, sum renna runt inni í hjólinum, sum politikarnir stýra og seta ferð á: Fólkaflokkurin vil, at hjólið skal mala við fullari ferð, og vit mugu bara royna at fylgja við. Detta vit av, so er tað bara synd. Sambandsflokkurin vil mála hjólið reytt og hvítt og biða onkran annan stýra og seta ferð á. Javnaðarflokkurin brýggjar seg øgiligt um, at onkur ikki skal detta niður í millum, men hendir tað, kasta teir eina lasso, sum tey kunnu halda sær í, og so verða tey hálað aftaná. Jóhan helt, at sjálvstýrisflokkurin varð vorðin í ørviti av at renna inni í hjólinum. Høgni vildi gera eitt føroyskt hjól, men tað helt JíK vera í lagi. Miðflokkurin helt, at onkur heilt annar enn vit stýrir.
y. samanum toka (í tøkum tíma)
Sum so var hugtakið (konseptið) við fundinum fínt og væl skipað. Fyrst var ein formansrunda, síðani vóru 5 evni borin fram av ymiskum umboðum hjá flokkunum, og síðan kjakaðust formennirnir um hesi evni. Hetta var í lagi, men gjørdist eitt sindur linligt og langligt og strævið, tí at alt endaði við útvatnaðum flosklum og lítlum tvørleikum, uttan at nakað konstruktivt varð borið fram. Onkuntíð sat ein og takkaði Gudi fyri K, tí at tað lætnaði eitt sindur um tað heila, hvørja ferð JíK tók orðið.
m. mjarr
Okkara mjarr (um sæð verður burtur frá tí mesta av omanfyriskrivaða - ppppv tó undantikið) er, at mentan, list og tónleikur als ikki vórðu nevnd. Høgni Hoydal nevndi spælistøð til tónleikarar sum part av økismenningini, men ongin tosaði um møguleikarnar fyri at gera tónleik til føroyskan ídnað burturav. Mentan átti at verið eitt kjakevni burturav hetta kvøld, ikki minst tá hugsað verður um hvussu nógv hevur verið gjørt burtur júst hesum øki, sum kastibløka, valagn og -lyfti seinastu dagarnar. Summir vilja stuðla, meðan aðrir vilja skerja, men alíkavæl eru øll nokkso samd um, at vit eru stolt tá onkur, sum hevur føroyskar anir, ger eitt avrik, sum onnur viðurkenna.
ó. endi (liga)
Okkara endarøða: vit mugu (vit endurtaka: vit mugu) hava álit á okkum sjálvum og hvør øðrum; sum einstaklingar, sum samfelag og sum tjóð. Vit leggja onki í tey, sum beinanvegin koma til okkum og siga: "jamen vit eru ein tjóð, vit eru eitt fólk, vit eru føroyingar", tað er ikki tað, tað snýr seg um. Spyr teg sjálvan við hondini á hjartanum hesar báðar spurningar: eru vit veruliga (og vit meina veruliga) á jøvnum føti við danir í ríkisfelagsskapinum - og - er tað (sum ein borgari í einum samfelag) í lagi at tú, í staðin fyri at niðurgjalda tína skuld, soleiðis at tú kanst standa heima hjá tær sjálvum og siga, at hetta hevur tú arbeitt fyri og goldið, heldur vilt leggja afturat skuldini, soleiðis at tú kanst hava eitt sindur av grønakeks (við ella uttan c vitaminum), pannukøkum, parabolantennum og mercedes bilum (sum tykist vera farið at merkja vælferð).
Sum tónleikarar og yrkjarar hava vit ikki skil fyri fiskivinnu, búskapi og øðrum, men vit hava álit á teimum, sum virka skilvíst á hesum økjum. Vit vilja á sama hátt hava álit á teimum, sum stýra okkara landi, at teir gera tað, sum hevur verið ein floskil alt valstríðið; eitt Føroyar fyri øll.
Verður ráðandi hugsanin í Føroyum misálit, neilig spjaðing og væntandi trúgv á egnan mátt, so fer hetta at ávirka allar tættir í okkara samfelagi, og hevur hetta álvarsamar avleiðingar, ikki bert fíggjarliga, men á øllum økjum, á allan hátt. Tí bara við áliti kemur trúgvin á egnan mátt. Tú kanst ikki siga, at tú trýrt uppá nakað, hevur tú ikki álit á, at tað er rætt.
Gott val (væl)