At hjálpa har, sum tað treingist mest

Skelkandi útmelding, Sámal Lindenskov, leiðari av sambýlinum í Eysturstræti hevði, tá GESTURIN var í Sjónvarpinum hóskvøldið.
Framløga Sámals gav greiða ábending um skilaleysu, ja mannminkandi handfaringina, sum Løgtingið hevur givið teimum almennu Føroyum, nú tingið staðfesti púra skilaleysa niðurskurðin av ríkisveitingini 366 miljónir krónur árliga. Skelkandi, at Javnaðarflokkurin tók undir við hesum nasjonalromantiska floppi.
Vit kunnu nú staðfesta, at tíðandi ábøtur og ajourføringar av heilsuverkinum verða blokeraðar langa framtíð.
Sámal gav greiða mynd av støðuni hjá teim sálarliga sjúku, tey sita í saksinum og fáa ikki stuðul og hjálpina vit kundu givið teimum, um farið varð fram við skili og í skinsemi.
Løgtingið hevur blokerað, at sálarliga sjúku kunnu fáa ta røkt og viðgerð, teim tørva, og sum vit kundu givið teimum, um blokkurin ikki var molstreraður.
Og tí mugu tey sálarliga sjúku nú svíða undir knallhørðum nasjonalromantiskum politikki, og tað átti Javnaðarflokkurin ikki at spælt við í.
Tá stóra útbyggingin av landssjúkrahúsinum og sálarsjúkrahúsinum varð framd, var gjaldsbýtið 50/50 land og ríki, tó so at ríkið bar raksturin av sálarsjúkrahúsinum, men 1. apríl 1976 varð nýggj sjúkhúslóg samtykt, samstundis bleiv gjaldsbýtið alt 50/50 land og ríki.
Men so hendir lítið aftan á fastløgdu útbyggingarnar, sum mundu enda fyrst í 80?unum.
Allar nýætlanir verða lagdar til viks, og ístaðin skal álit skrivast um framtíðar bygging.
Men veruleikin var ein annar, politiska leiðslan valdi at negla fyri. Útbygging steðgar, máðað verður burtur av viðgerðarbygningum, umfatandi bygging til fyrisiting verður nú prioriterað. Skrivstovuslátur heldur enn at bøta um røkt og viðgerð hjá sálarliga sjúkum er helst nærri sannleikanum. Partvíst hvørva eindir ? eisini sjúkrasystaraskúlin.
Umsitingin krevur sítt, víst so, men ikki akkurát høli og innbúgv av dýru sort, men einki er tá sagt um at sparast má. Og tá alt nú er so »sára gott« , lok oman á røkt og viðgerð.
Orðið røkt sigst vera »óhóskandi« málbering, tá vit tosa um sjúkrahús, vekk við tí, tykir huglagið vera. Gomul, hjálparleys ? út av sjúkhúsinum ? »heim« við teimum.
Gomul og hjálparleys, sum ikki so sjáldan ongan góðan eiga at taka ímóti sær heima, verða send »heim« , tí »sovorðin eru ikki ætlað« sjúkrahúsinum, »ikki ráð, ikki pláss« er niðurlagið!
Nei, hava ikki ráð av berari og kaldari nasjonalari romantismu.
Nær fer Javnaðarflokkurin at siga okkum, hví flokkurin nú at enda atkvøddi fyri at sparka heilar 366 milliónir árliga av landinum, var tað nú ikki »brúk fyri teimum«?
Ella hevur flokkurin gloymt fremstu uppgávu sína, at hjálpa har, sum tað treingist mest!