- Hvat hevur ólavsøkan at siga fyri teg?
Ólavsøkan hevur nakað heilt serligt yvir sær. Fólk gera nógv burturur. Tey keypa sær nýggj klæðir, keypa inn av alskyns góðum mati, mála hús, rudda tún, tosa um uppskriftir, og onkur kanska bryggjar onkran serligan ólavsøkusnaps. Útisetar koma heim, og tað er upplagt at hittast á ólavsøku.
- Hvat er tað besta við ólavsøkuni?
At ganga og mala oman og niðan, til Rib62 og á café, til kappróður og kabarett, til útimøti og tombola. Ólavsøkan fær meg í gott lag, og gleði eg meg altíð til hana. Tað er ringt at greiða frá akkurát hvat tað er, sum ger ólavsøkuna so góða. Tað er bara hendan kenslan av, at nú er ólavsøka, og tað hendir so nógv ymiskt í býnum. Eg elski ólavsøkukabarettina og hoooopi, at hon verður aftur í ár.
- Hevur tú eitt serligt ólavsøkuminni?
Nógvar góðar og stuttligar ólavsøkur eru farnar afturum bak, og vænti eg, at ólavsøkan í ár verður ein av teimum bestu fyri mítt viðkomandi. Eg gleði meg til sangløtuna, tað er tað hugnaligasta. At hoyra, hvussu væl øll syngja við, gevur mær gásarhold.