Høgni Hoydal
---
Vónandi hava øll nú fingið sjón fyri søgn um, um hvussu stórur sjónleikur - hvussu nógv hykl og gykl - fer fram í makrelmálinum í donskum politikki og í ES.
Danmark er formaður í ES í løtuni. Danmark hevur stór áhugamál í makrelfiskiskapi. Danmark ger onki fyri at steðga heimildunum og tiltøkunum frá ES. Og Danmark ger alt fyri, at endaliga støðan í ES ikki verður tikin fyrr enn beint eftir, at danski formansskapurin er liðugur tann 1. juli í ár.
Men saman við føroysku fólkatingsmonnunum og restini av donsku skipanini, verður nú øll orka brúkt til at spæla ein sjónleik, har Danmark og donsk áhugamál skulu snákast og pyntast til tess at spæla tann framhaldandi glantrileikin um "ríkisfelagsskapin". Nú skal Danmark atkvøða blankt, fyri at halda sjónleikinum gangandi – hóast tey í roynd og veru stuðla tiltøkunum móti Føroyum. Og tey vita, at tað ger hvørki frá ella til, at tey atkvøða blankt.
Brúdleypsstákan uttan vígslu
Hetta er sum orðatakið um “at pynta brúður" – tað tekur langa tíð. Og her verður øll orkan hjá føroyskum fólkatingsmonnum og í føroyskari pressu, brúkt til at pynta eina danska brúður. Og tá hon verður leidd fram til altarið... ja, so sigur hon hvørki ja ella nei. Men onki! Altso, ein óneyðug brúdleypsstákan og ein óneyðug kirkjugongd. Tí úrslitið er onki, og sjónleikurin hevur bert havt til endamáls at sýna brúðrina (donsku stjórnina) og brúðargenturnar (Edmund, Sjúrð og Kaj Leo) fram.
Tað hevði verið nógv virðiligari, at Danmark atkvøddi fyri tiltøkum móti Føroyum og spældi erligt spæl. Tá kundu vit sloppið burturúr hesi barnsligu fatanani um, at Danmark skal "hjálpa okkum", tá tey hava heilt onnur og egin áhugamál. Og vit kunnu tá brúka orkuna at røkja okkara áhugamál við beinleiðis samstarvi og samskifti. Bæði við ES, Danmark og onnur lond - og vit kunnu frítt gera tær alliansur, sum eru neyðugar í teimum ymsu uttanríkispolitisku málunum av týdningi fyri okkum.
Hjálond og harrafólk
Hoyrdi eisini Lenu Espersen - fyrrverandi danska uttanríkisráðharran og vinnumálaráðharran - í Útvarpi Føroya. Hon segði, at Danmark mátti stuðla ES í at útvega sær valdsamboð og boykottsamboð fyri at fáa "onnur lond at fiska burðardygt". Tey somu tíðindini berast nú ókiritiskt í føroyskum fjølmiðlum frá fundi millum norska fiskimálaráðharran, Lisbeth Berg Eriksen, og ES-komisserin, Mariu Damanaki. Og frá umboðum fyri uppisjóvarvinnuna í ES.
Mangt skal ein hoyra av hjálandahugsan og og harrafólksmentaliteti: ES og Danmark skulu læra onnur lond at fiska burðardygt (!).
Neyvan nakrastaðni í heiminum finnast dømi um ein meira oyðileggjandi og stovnsoyðandi fiskivinnupolitikk, enn júst felags fiskivinnupolitikkurin hjá ES.
Nú bíði eg bara eftir, at Myanmar fer at krevja boykott av øðrum londum, so tey kunnu læra at hava fólkaræði og halda mannarættindi. Ella at Grikkaland fer at krevja boykott av londum, sum hava ov stóra uttanlandsskuld. Og tíðindini fara at berast óviðgjørd í føroysku pressuni.
Og hvussu man tað nú vera í Danmark, Noregi, ES og Skotlandi? Munnu føroyskir politikarar og umboð fyri føroysku makrelvinnuna hava fría mikrofon og óskerda atgongd at føra síni sjónarmið fram í teirra fjølmiðlum?