- Eg havi hugsað nógv um, um eg yvirhøvur skuldi skriva eina skaldsøgu við søguligum innihaldi, tí tað verður so ofta skotið eftir føroyskum rithøvundum, at teir skriva úr gomlum døgum. Men í grundini havi eg gingið við hesi bókini innan í mær síðani 1982, tá ið "Lívsins summar" kom út. Eg havi skúgvað hana til viks og ikki hættað mær undir hana, men eg slapp ikki frá henni. So tók eg meg saman og fór undir hana.
Hetta sigur Oddvør Johansen, rithøvundur. Í gjár kom triðja skaldsøga hennara út, sum eitur "Í morgin er aftur ein dagur". Hetta er ein søgulig skaldsøga, dramatisk og hugkveikjandi, sum fer fram í Havn stutt eftir aldaskiftið.
- At skriva skaldskap er so nýtt í Føroyum samanborið við onnur lond, har tey hava langar tradisjónir. Fyrsta føroyska skaldsøgan kom út fyri 90 árum síðani. Eg haldi ikki, at tað ger nakað, at vit taka tað afturlítandi við. Hyggja vit rundan um okkum verða rættiliga nógvar søguligar skaldsøgur skrivaðar. Harvið ikki sagt, at vit ikki skulu skriva úr nútíðini. Føroyingar líta ikki bara aftur í tíðina. Fittur partur av mínum bókum eru úr nútíðini. Men tað er torført at skriva um nútíðina. Frástøða skal til, annars verður tað bara ein tíðarmynd, sum í "Bellu Katrinu". Og tíðin fer skjótt frá tíðarmyndum.
- Føroyingar eru ógvuliga tilvitaðir um okkara søgu og samleika, og tað hevur ein heilt serligan týdning fyri okkum. Søgan hevur størri týdning fyri okkum enn fyri danir til dømis. Grøvina tú kanst detta í, tá ið tú skrivar úr søguligum tilfari er, at tú kanst verða so bakklók, tí tú veitst, hvussu alt var aftaná. Men tað royni eg ikki at vera. Hinvegin taki eg tað ikki so tungt við tí søguliga. Til dømis brúki eg eitt sitat úr einum sangi hjá H.A. Djurhuus, sum var væl umtóktur í 1906, hóast søgan fer fram í 1901, sigur Oddvør Johansen.
Sosialar og søguligar rembingar
Søgugongdin í "Í morgin er aftur ein dagur" byrjar í 1901 og endar í 1940, tá ið Føroyar verða hersettar.
- Í grundini er skaldsøgan um Føroyar. Ein stórur partur av Føroya fólki hevur havt tað sama at dragast við sum hesi fólkini í bókini. At skaffa mat í munnin við at dyrka jørðina. Í Havn vóru um hetta mundið ognarleys fólk. Hvussu verður tann trupulleikin loystur og hvussu megna tey at seta virki á stovn. Bókin byggir á søguligar og veruligar hendingar. Fólk fara ivaleyst at kenna ymiskt aftur. Eg havi valt at givið søguligum persónum onnur nøvn, soleiðis at skaldsøgan kann lesast fiktivt. Høvuðspersónarnir, ein maður og ein kvinna, eru eisini veruligir persónar og júst tí, at teir hava verið á lívi, havi eg verið noydd til at gera øll hini rundan um tey fiktiv.
- Í heitinum á bókini liggur vónin og tað, at tú ikki skalt missa dirvið. Hesi fólkini stríðast á ein og hvønn hátt fyri at yvirliva. Í morgin er aftur ein dagur siga tey við seg sjálvan, vit noyðast at liva víðari og taka kampin upp.
Tað liggur eitt stórt arbeiði aftan fyri at skriva eina søguliga skaldsøgu, bæði við at kanna tíðina bókin er um og ymiskt fakligt, ið eyðkendi tíðarskeiðið.
- Bókin kemur eisini inn á politikk, og í tí sambandi mátti eg lesa alla "Fúlabók", sum hon eitur. Tað er ein gomul bók um politiska lívið sum var tá. Hon vakti nógvan ans. Eg havi spurt nógv fólk til ráðs, sjómenn, handverkarar, jarðarbrúkarar og onnur. Frásøgufólkið er ein maður og tað havi eg valt fyri at bjóða meg sjálva av og vísa, at eg kann skriva sum ein maður. Tað er ikki so torført, sigur Oddvør Johansen.
Grundigt arbeiði
Tað eru sekstan ár síðani Oddvør gav fyrstu bókina út, "Lívsins summar", og tað var í grundini av tilvild, at hon kom út.
- Eg hevði ongar ambisjónir um at skriva og tí byrjaði eg so seint at geva út. Eg hevði eitt handrit, men hevði ongan at hjálpa mær at gera nakað við tað, tí eg búði í Danmark tá. Men so kom eg í samband við Hanus Andreasen, sum altíð hevur verið mær til ómetaliga stóra hjálp. Hann hevði eitt forlag, Orð & Løg, og bjóðaði sær til at geva bókina út.
- Tú veitst ongantíð um tú aftur fert at skriva eina bók. Kanska verður tað ikki meir. Eg skrivi nógv, sum ikki kemur út og eg geri eisini ymsar royndir. Til dømis havi eg roynt at skriva til pall. Tað er ógvuliga torført, eg dugi ikki enn, men eg havi heldur ikki mist dirvið.
- Tá ið tú skrivar eru tú noydd at vera rættiliga sjálvkritisk. Pettini í bókunum hjá mær eru skrivað um aftur 6-7 ferðir. Tað er ikki nakað yvirflatiskt arbeiði, sum kanska onkur heldur. Tað eru tey sum halda, at tað fellur lætt, at tað sprýkir úr penninum og at alt kemur av sær sjálvum, men soleiðis er tað als ikki í veruleikanum. Tað er grundigt arbeiði. Og tað krevur eina øgiliga disiplin og tað gongur út yvir onnur ting. Eg havi verið í holt við hesa bókina í eini 2-3 ár, men tað er so ofta av ymsum ávum, at eg havi verið noydd til at steðga. Og tað tekur langa tíð at koma inn í spælið aftur.
- Kanningararbeiðið verður gjørt sum frá líður, tí eg veit jú ikki, hvussu bókin fer at vera. Og tað er stuttligt at arbeiða á tann hátt. Og alla tíðina má eg arbeiða við síðuna av fyri at tjena pengar, tí eg syrgi stórt sæð fyri familjuni í løtuni. Arbeiðið skal passast, tí tað er tónleikur tað snýr seg um. Eg má venja í minsta lagi ein tíma um dagin fyri at klára tað arbeiðið, sigur Oddvør Johansen, sum er organistur í Havnar kirkju.
Sálarbót
- Eg plagi at siga, at eg eri ein søgusigari, eg havi ikki tær stóru ambisjónirnar, men mær dámar væl at siga søgur fyri fólki. At skriva er andaligt stórvask, tí tú jú brúkar tín egna persón upp á gott og ilt. Tú hevur altíð nakrar fobiir og nøkur trauma, hóast tú ikki vilt ganga við til tað. Høvundar brúka nógv hetta at skriva seg burtur úr neyð, vesæladømi, longsli og útlegd, og ótilvitað er tað terapi. Øll list er eitt slag av terapi og tað er tað, sum fær okkum at skriva, yrkja, mála. Ikki minst at spæla sjónleik. Onkuntíð hevur tað hjálpt mær at skriva. Í hesum førinum við nýggju skaldsøguni hevur tað verið forloysandi, tí nú er søgan, sum havi brent inni við í 15 ár, søgd.
- Eg haldi ikki, at eg hevði klárað bara at skriva. Høvundar mugu vera úti í samfelagnum, tí vit brúka samfelagið alla tíðina, súgva tað til okkum, hóast vit skriva afturlítandi. Í hesi nýggju skaldsøguni og í "Ein mamma er ein mamma" eru nógv petti tikin úr nútíðini, men tað veit lesarin ikki. Royndir sum tú gert tær her, kanska á einum busstúri í Havn, av dreymum eina nátt ella av samrøðum, tú hoyrir í dag. Ting frá nútíðini, sum tú setir inn í eina søgu. Tú kanst ikki brúka nakran annan enn teg sjálva. Sjálvandi kanst tú pynta teg við læntum fjaðrum, men sjálv haldi eg, at høvundar eiga at brúka seg sjálvan og egnu lívsroyndir. Eg skrivi nógv um kenslur, royni at lýsa tann partin, tí hann hoyrir við til mannalívið. Og tað kann vera rættiliga abstrakt.
Hvussu er tað at skriva í eini fámentari tjóð?
- Tað eru fyrimunir og vansar. Eg havi ikki verið illa viðfarin, heldur hinvegin. Tað kann vera eitt privilegium, tí tú heilsar ofta upp á lesaran. Vanlig fólk á vegnum. Tað er deiligt.
Tú hevur fingið góð og minni góð ummæli. Fyrsta skaldsøgan, tú hevur latið úr hondum, er spádd at verða ein klassikari, eitt nýbrot í føroysum skaldskapi. Hvat kanst tú brúka ummæli til?
- Sakligur kritikkur er altíð góður, hann kanst tú brúka til nakað, men kritikk mangla vit. Ein ummælari eigur ikki at koma sær bert at kaga eina bók ígjøgnum. Hann má geva sær ta tíðina sum krevst. At sápla ting niður kann ikki brúkast til nakað. Tú eigur at vera sakligur og ikki døma ein høvund eftir einum setningi hann hevur skrivað. Skalt tú sápla ritverkið hjá einum høvundi niður mást tú kenna tað út í odd og egg. Alt annað er óseriøst og virðingaleyst. "Ein mamma er ein mamma" varð sáplað niður av einum svenskum ummælara. Viðkomandi sáplaði ikki bara mína, men nógvar aðrar bøkur niður, serliga bøkur eftir kvinnur. Eg kundi liva við tí, tí eg føldi, at eg hevði gjørt eitt grundigt og erligt arbeiði. - Tað er gott at fáa ítøkiligar viðmerkingar til, hvat kundi verið betri. Eg havi millum annað fingið skotið í skógvarnar, at tað gongur fram í "Ein mamma er ein mamma", at mannfólk eru nakað ræðuligt pakk og at eg ikki dugi at seta meg inn í, hvussu ein maður hugsar. Tað havi eg roynt at gjørt gott aftur við at lata ein mann vera frásøgufólk í "Í morgin er aftur ein dagur".
Tú skrivar nógv um móðurskapin, og um tað at vera kvinna úr einum týðiligum kvinnusjónarhorni?
- Jú, og tað er tilvitað, tí tað hevur manglað. Tú skalt ikki bara duga, men tú skalt duga serliga væl, tá ið tú ert konufólk fyri at verða viðurkend. Í Føroyum hava mannfólk skrivað í 90 ár og teir eru meir og minni allir góðkendir uttan víðari. Eingin teirra er sáplaður niður, meðan vit konufólk sanniliga hava havt strangar dómarar. Og hava tað enn. Kanska er tað sunt fyri okkum, tí so koma vit skjótari ígjøgnum byrjunartrupulleikarnar. Sjálvandi er ikki alt væl eydnað hjá konufólki, men vit royna so og allar hava skrivað okkurt gott.
"Lívsins summar" er týdd til danskt og svenskt og hevur fingið góð ummæli í bløðunum har.
- Tað var ein løgin kensla, tí tað var mín fyrsta bók og eg var ikki sørt ivingarsom tá. Tú kanst verða róst í hel og tað er øgiliga ringt at liva upp til. At bókin er týdd til onnur mál er stuttligt, men í roynd og veru hevði tað tann týdning, at eg varð yvirrend av útlendskum tíðindafólki og tað føldi eg meg ikki nóg vaksnan til.
- Fyri stuttum hevði eg eitt gleðiligt upplivilsi. Ein amerikanskur dosentur við eitt universitet í Kansas hevur umsett nøkur brot burtur úr "Á Káta Horninum", sum skulu koma í eina anthologi yvir norðurlendskar rithøvundar. Tað er stuttligt, sigur Oddvør Johansen.
Afturvendandi evni
At vága nakað fyri dreymar sínar og at tora at taka eitt stig, sum kann broyta lívið er tema, sum gongur aftur í fittum parti av skaldskapi Oddvarar.
- Tað er ein partur av lívinum hjá mær sjálvari. Eg havi verði noydd at gjørt nøkur val í lívinum, sum vit øll jú noyðast. Og tey hava havt sín prís. Menniskju velja altíð millum tað illa og tað góða. Viðhvørt velja vit tað illa og koma galið av stað. Tað er lívið. Og hetta er eisini at finna í nýggju skaldsøguni.
- Temað í "Lívsins summar" er at fólk fara í holt við nakað sum tey ikki duga og tað er tað sama sum at fara í holt við at skriva. Eg visti ikki, um eg dugdi áðrenn og tað er tað eg royni at fáa fram í bókini. Har er ein maður, sum fer í holt við at byggja eitt klaver, hann veit ikki um hann dugir. Ei heldur um hann dugir at fáa klaverið at láta upp á tann rætta mátan. Tað er sum við málinum, eg visti ikki um mítt mál kundi brúkast, mítt fátæksliga havnarmál. Tí er bókin ein paralell mynd.
- Um hetta mundið tosaði eg nógv við Magnus Dam Jacobsen í Keypmannahavn, hann hevði sama mál og somu bakgrund sum eg. Vit vildu ikki finna okkum í, at fyri tað um vit vóru fødd á einum stað var okkara mál ikki nóg gott. Tí var tað eisini eitt slag av uppreistri og treiskni, at vit kortini fóru at skriva, sigur Oddvør Johansen.
Í viðtali í Kvinnutíðindi í 1983 í sambandi við, at "Lívsins summar" kom út, greiðir Oddvør frá, at nøkur mannfólk søgdu við seg, at eitt nú reingerðin og annað tradisjónelt kvinnuarbeiði, sum lýst verður í bókini, vóru ov triviell og ov gerandislig at taka við í eina skaldsøgu og at tað ikki var skaldskapur.
- Tað hava teir loyvi til at halda, men so er tað heldur ikki skaldskapur at standa við einum vaðbeini. Tað er ein formur fyri snobbarí fyri evnum. Nøkur evni eru minni verd at skriva um, men tað skulu vit einki leggja í. Hvat hevur tað kostað helvtina av fólkinum av stríði og strevi at gera reint og halda reinføri. Skal tað vera eitt tabuevni? Tað er eitt stórarbeiði. Ikki fyrr enn menn eru farnir at gera reint sjálvir hava teir sæð, at tað er eitt stórarbeiði, sigur Oddvør Johansen.
Eitt annað afturvendandi evni í ritverkinum hjá Oddvør Johansen er viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Í "Lívsins summar" og í "Skip í eygsjón" verður danska ávirkanin á Føroyar og føroysk viðurskifti lýst. Í hesi seinnu verða donsku harrafólkini gjørd eitt sindur til gjøldurs.
- Tað var tann reini vesæladómur, tá ið søgan í "Skip í eygsjón" fór fram, tað vil siga fyrst í farnu øld. Fólk høvdu tað sum trælir alla staðni. Í Føroyum sluppu fólk ikki at giftast og føroyingar vórðu kúgaðir av donskum embætisfólki. Hetta hevur einki við danskarahatur at gera. Danir førdu seg fram sum um bert teir vistu, hvat var best fyri okkum. Okkara liviháttur, matmentan, máti at stuttleika okkum uppá, føroyski dansurin og annað vóru ógvuliga primitiv í teirra eygum. Føroyingar hava verið noyddir at liva av landsins grøði og hava gagnnýtt alt. Einki annað var at liva av og tí hevur tað virkað primitivt fyri dønum, sum mest sum bara vóru býarfólk. At fólk á landinum í Danmark eisini vóru primitiv og høvdu eina primitiva matmentan vistu hesi fólkini ikki. Tí tey vóru úr yvirklassanum og stættarmunurin var øgiliga stórur í Danmark. Hetta brúki eg onkusvegna, t.d. í "Skip í eygsjón" og í ein mun í nýggju skaldsøguni, sigur Oddvør Johansen at enda í viðtali.
"Í morgin er aftur ein dagur" eitur nýggja hugkveikjandi skaldsøgan hjá Oddvør Johansen. Hon fer fram í Havnini stutt eftir aldaskiftið, og tær sosialu og søguligu rembingarnar verða beinleiðis brúktar í søgugongdini. Bæði embætismenn og føroyskir politikarar trína fram á pallin. Høvuðstráðurin er kortini persónligur og snýr seg um kærleika og ósjálvsøkni; tað seinni fær sjáldan sína løn her á fold, men ávirkar kortini tey flestu, sum koma í samband við tað. Sorgarleikum er tað nóg mikið av í skaldsøguni, men hóast tað, so er lýsingin sum altíð hjá Oddvør løtt og livandi.
Ritverkið hjá Oddvør Johansen:
Lívsins summar, skaldsøga 1982
Hundalív í Grindavági, barnabók 1983
Skip í eygsjón, barnabók 1988
Bella Katrina, stuttsøgusavn 1990
Ein mamma er ein mamma, skaldsøga 1993
Á Káta Horninum, savn við stuttsøgum, hugleiðingum og yrkingum1995
Kongsdóttirin í Nólsoy, barnabók 1996
Í morgin er aftur ein dagur, skaldsøga 1998
Umframt tilfar til skúlabrúks, stuttsøgur og aðrar tekstir prentaðir í Brá, Frostrósuni, Varðanum og Birting.