Síggi fyri mær ein bólk av kvinnum fara umborð á Smyril. Spentar og sminkaðar. Tær skulu til Aberdeen at keypa stáskjólar til smágenturnar, so tær kunnu verða fínar til jólatræ. Eisini fara tær at keypa gávur, ferðaminni og góðgæti heim við. Einaferð um árið fara tær allar, tí tær hava funnið út av, at tað loysir seg fíggjarliga. Burtur frá fiskafrikadellum, stokkum, kabalun, Bingo og Ude og Hjemme. Men hvat hendir? Skotlandssiglingin verður niðurløgd.
Henda lítla hugleiðing er bara eitt dømi um eitt tilboð, sum passaði til vanliga løntakaran og pengapung hansara. Men sum ikki einaferð, má tað ikki blíva for stuttligt tað heila.
Tá eg hoyri, at molin skal breiðkast, tinghús skulu reisast, leikvallir víðkast og tingmannalønir hækkast, hugsi eg »vei tær, lítli mannaheimur Føroyar«.
Hvat eru hetta fyri fólk, ið fyri landi ráða? Ongin er skrivaður inn í søguna, og her tali eg um søguna, sum í hjørtum fólksins býr, fyri at hava sprongt eitt hol í jørðina ella at fylla sína egnu vomb. Men fólk eru skrivaði inn í hjørtu okkara við at hjálpa fólki. Tí fólki, sum ikki megnar at hjálpa sær sjálvum, og sum ikki eigur ta gávu at sannføra ráðandi fjøldina um neyð sína. Tey heiðursfólk, ið valdu at vilja halga lív sítt til tey minni mentu, teimum sum hava verið fyri órætti, og teimum, ið ikki kunnu lívbjarga sær sjálvum, eru minnisverdug og kunnu fara hiðani við æru.
Tá eg so hoyri menn tala, skammist eg. Líkasælir og hástórir eru teir. Jú, her skal einki vanta. Flogvallir, leikvallir og oljuhavnir. Tí ein er ongantíð nokk, nei, vit skulu hava fleiri flogvallir, fleiri landsstadion og fleiri oljuhavnir. Vit látast at vera vælbjargin. Men hetta er ein glastrimynd.
Eg sigi: at tað land, ið ikki vil geva sínum gomlu fólkum ein tryggan, mettan og reinan aldurdóm, er fátækt. Eg sigi: at eitt land sum vil hava barnaskúlar, ið liggja í skeljasori, líðir stóra neyð. Eg sigi: at eitt land, sum ikki vil geva góðar og sámuligar íbúðarmøguleikar, líður armóð. Eg sigi: at eitt land, hvørs heilsuverk verður spart burtur í einki, er ein skomm. Eg sigi: at eitt land, sum ikki vil gera ansingarpláss til børnini, er óhóskandi fyri smærri børn. Og eg sigi: at eitt land, har man vil hava loyvi at banka børn síni, líður vanæru.
Jú, vit eru vælbjargað, men tit velja ikki at vilja fólkinum tað besta. Lækkið lønarlagið, burtur við rentustuðlinum, hækkið barnaansingarkostnaðin, niðurleggið smáu sjúkrahúsini, noktið tímaløntum sjúkradagpening og eg kundi hildið áram.
Ja, politikkur er at vilja. Ella at prioritera (okkara egna orð »raðfesta« hevur tíverri fingið týdningin at útseta!), og tí kann tað ikki forsvarast, at ríkidømi landsins ikki kemur okkum øllum til góðar, men einans frammanundan múgvandi fáveldi, sum samstundis ynskir at føra ein skynsaman búskaparpolitikk!