Edvard í Skorðini Joensen
Í vælmeintum hjálpsemi eru føroyingar í hesum døgum um at renna hvønn annan um koll fyri at sleppa at lata sum mest av neyðhjálp til teirra í Eysturlondum, sum veruliga hava hjálp fyri neyðini. Og tað er rætt og vakurt gjørt av føroyingum. Og nógvir føroyingar gera so sanniliga eisini eitt gott arbeiði í so máta og lata har, tað treingir til. Í tí stilla.
Men ikki kann eg lata vera við at hugsa tann tanka, at hetta er farið heilt av allari sømiligari leið, sum tað nú gongur fyri seg.
Nú skal onnurhvør fyritøka og handil í landinum knappliga gera hetta og hatta, og allur peningurin skal fara til Reyða Kross. Lýsa við, at nú hava vit tað og tað tiltakið í handlinum, og alt, sum inn kemur, fer til neyðhjápartiltakið.
Í fyrsta lagi eri eg so óreinur, at eg ivist í, hvør grannskoðar so nágreiniliga, at veruliga alt, og tá meini eg hvørt oyra, fer til tað, sum sagt verður.
Í øðrum lagi tori eg at halda uppá, at ein vemmiligur baktanki um bíliga reklamu fyri sær sjálvum og síni fyritøku liggur aftan fyri fleiri av hesum handilstiltøkunum, sum nú knappliga eru so umráðandi.
Øll vilja sleppa at geva, men tey vilja sleppa at gera tað alment. Beinleiðis sóla sær í tí framman fyri ásjón manna.
Hví kunnu hesar so vælmeinandi fyritøkur ikki bara taka umsetningin ein dag - ella tað tey unna sær at lata av honum - og í allari stillheit flyta hann á konto hjá Reyða Krossi? Ongum nýtist at vita tað. Pengarnir gera akkurát somu nyttu í Teilandi ella Bangla Desh fyri tað.
Ella bara, uttan at lata seg skráseta, leggja peningin í innsavningar-bússurnar, sum fara at verða bornar runt um vikuskiftið?
Vit elska at lata okkum útnevna sum eina hjálpsama og skikkiliga kristna tjóð. Men vit hava í mongum førum misbrúkt hetta meira, enn gott er.
Eg ivist ikki í, at mong av hesum, sum nú framman fyri almenninginum vilja vísa sínar góðgerðir, fult og heilt trúgva tí, í Halgubók stendur. Og har standa nógv sannleiksorð, sum dagliga gerast so óhugnaliga aktuel. Lesið bara 23. kapitul hjá Matteusi. Og hugsið um tað!
»Á stóli Mósesar sita hinir skriftlærdu og Fariseararnir.
Alt tað, sum teir tí siga tykkum, skulu tit gera og taka eftir; men takið ikki eftir gerðum teirra; tí at teir siga tað, men gera tað ikki.
Og teir binda tungar byrðar, og leggja tær á herðarnar á monnum; men sjálvir vilja teir ikki nerta tær við einum fingri.
Og allar gerðir sínar gera teir, til tess, at teir kunnu verða eygleiddir av monnum; tí at teir breiðka um minnisreimar sínar og økja um duskarnar;
og teimum líkar væl at fáa tey ovastu sætini í veitslum og teir fremstu sessirnar í samkomuhúsum;
og at verða heilsaðir á torgum og verða kallaðir rabbi av monnum.«
Tað er ikki lukkuligur uppsangur, her verður givin Farisearunum.
Men hygg, hvussu aktuel hesi orðini framvegis eru tann dag í dag. Og dømini gerast gref-ligari og grefligari.
Ein sonn flóðalda av neyðhjápartilboðum floymir yvir okkum, og hvør leggur annan eftir fyri at vera sæddur við síni vælvild.
Og so halda summi, at vit eiga at fáa skatta-frá-drátt afturfyri. Eg meini tað!
Jú, vit sanna enn einaferð, at tey, sum hava lagt niðurfyri til gávurnar av tí nógva, tey høvdu til avlops, tey vilja heldur síggjast og hoyrast enn hon, sum legði í kistilin av fátækdómi sínum alt tað, hon átti at bjarga lívinum við.