At vera leingi við barn fyribyrgir bróstkrabba

Fyri hvørt barn, ein kvinna eigur, áðrenn hon verður 28, minkar vandin hjá henni fyri at fáa bróstkrabba, eini átta prosent. Tað eru altso átta prosent fyri hvørt barnið, vísa umfatandi kanningar hjá Statens Seruminstitutt, skrivar stovnurin.

 

Hinvegin hevur tað lítla og onga ávirkan at kvinnan fær børn eftir at hon er fylt 28. Á statens Seruminstutut halda granskarar, at tað er áhugavert at vita, at aldurin á kvinnuni hevur týdning, men endamálið við kanningini var fyrst og fremst at royna at fáa greiði á, hvussu tað ber til, at tað verjir kvinnur fyri bróstkrabba at verða við barn.

 

Og eitt úrslit av granskingini er, at kvinnur, sum eiga áðrenn viku 33, eru ikki líka væl vardar fyri bróstkrabba sum tær í eiga í 34, ella seinni. Granskarar halda, at nettupp hetta er eitt úrslit, sum kann fáa stóran týdning, tí tað gevur teimum ábendingar um, hvar teir skulu leita í royndunum at finna orsøkina til, at tað verjir fyri bróstkrabba at vera við barn.

 

Í hesum sambandi hava granskararnir kannað yvir 2, 3 milliónir kvinnur, sum eru føddar ímillum 1935 og 2002 og fylgt við, hvussu nógv børn, tær hava átt, hvussu long viðgongutíðin var og hvørjar av teimum hava fingið bróstkrabba. Hesi tølini eru so samanborin við eina norska kanning, har 1,6 milliónir kvinnur eru kannaðar.

 

Úrslitið av báðum kanningum samsvara, og eitt annað úrslit er, at tað hevur ongan týdning, hvørum samfelagsbólki, kvinnurnar eru úr, ella um barnið var deyðføtt ella ikki. Tað einasta, sum hevur týdning, er, hvussu drúgv viðgongutíðin er.

 

Yvirskipað er besta fyribyrgingin fyri bróstkrabba, vit vita um, at eiga børn í tjúgunum, og tað er akkurát í viku 34 í viðgongutíðini, at vandin fyri bróstkrabba minkar, siga granskararnir á Statens Seruminstitut. Og teir siga, at finna teir ta nágreiniligu orsøkina, kann úrslitið vera, at vit kunnu fáa heilivág, sum fyribyrgir bróstkrabba, sum fleiri kvinnur verða raktar av hvørt einasta ár.

 

Hesi bæði síðstu árini hava yvir 30 kvinnur í Føroyum fingið bróstkrabba um árið.