At vinna valið ella valdið

Summir politikarar eru væl umtóktir, men sleppa ongantíð framat valdinum. Aðrir sleppa altíð framat valdinum, uttan mun til um valúrslitið er gott ella ringt. Løgtingsvalið er júst farið afturum bak, og sum ikki einaferð stendur Fólkaflokkurin eftir sum stóri vinnarin. Bókin “Valið og Valdið” viðgerð løgtingsvalið úr fleiri ymsum sjónarhornum og spyr, hví úrlistið gjørdist, sum tað gjørdist.

Greining - Stefan í Skorini

****

- Fótbóltur er eitt spæl, har 22 menn renna eftir einum bólti, men tað endar altíð við, at týskarar vinna.

Nakað soleiðis segði enski landsliðsleikarin Gary Lineker um sigursvandu týskararnar, sum oftast lógu omaná, hóast spælið kanska ikki altíð var so gott.

Í Føroyum kunnu vit hóskandi siga, at politikkur er eitt spæl, har 33 fólk royna at sleppa á ting, men tað endar altíð við, at Fólkaflokkurin situr við borðendan í Tinganesi. At vinna valið ella valdið. Tað er stóri spurningurin, nú aldurnar hava lagt seg eftir valstríðið, og atkvøðurnar eru taldar.


Fólkaflokkurin og valdið

Fólkaflokkurin er tann flokkurin, sum dugir best í tí politiska leikinum. Hann er tann flokkurin, sum oftast hevur sitið við valdinum seinastu 36 árini. Síðan løgtingsvalið í 1974 hevur Fólkaflokkurin sitið í samgongu í sløk 30 ár.

Politikkur snýr seg um ávirkan og at umseta atkvøður til politiskt vald. Hetta dugir Fólkaflokkurin. Og tí situr flokkurin næstan altíð við borðið úti í Tinganesi, tá týðandi avgerðir verða tiknar. Síðan 1996 hevur Fólkaflokkurin sitið í samgongu næstan uttan íhald og hevur tí havt stóra ávirkan á politisku kósina hesi árini.

Fólkaflokkurin hevur funnið útav, at tað er betri at sita til borðs enn at standa á matarlepanum. Tí hevur flokkurin lært seg at samstarva við allar flokkar á tingi uttan mun til høgra og vinstra, loysing og samband ella tey etisku virðini. Tað er snøgt sagt torført at sleppa í samgongu uttan Fólkaflokkin.

Onkur heldur, at hetta er rein opportunisma. Onnur siga, at hetta er skilagóð pragmatisma, sum tryggjar flokkinum vald og ávirkan.


Hoydal í myrkrinum

Síðan 1998 hevur Tjóðveldi havt fýra lutfalsliga góð valúrslit og hevur fingið átta tinglimir hvørja ferð.

Hesuferð misti flokkurin tó nógv og gjørdist bert triðstørstur við seks tinglimum. Hóast Tjóðveldi hevur havt nøkur sera góð løgtingsval, hevur tað gingið sera striltið at telva seg í samgongu seinastu árini.

Tað kom til ilnar millum Tjóðveldi og Fólkaflokkin í seinnu fullveldissamgonguni, og tað endaði við vali í úrtíð í 2004. Eftir hetta kundu hesir báðir flokkarnir ikki samstarva aftur.

Síðani royndi Tjóðveldi at samstarva við Javnaðarflokkin, men hetta endaði eisini við, at illstøða tók seg upp millum høvuðkambarnir í flokkunum, Høgna Hoydal og Jóannes Eidesgaard, í einum sera margháttligum máli um eina skrivstovu og eitt lás.

Veruliga orsøkin var politisk, men samstarvið slitnaði, og Tjóðveldi endaði aftur í andstøðumyrkrinum. Og myrkaspælið sær út til at halda fram eftir hetta valið.


Ellefsen á síðulinjuni

Pauli Ellefsen var ein sera væl umtóktur politikari í Føroyum. Hann sat á tingi fyri Sambandsflokkin frá 1974 til 1990 og varð valdur á fólkating fleiri ferðir. Men Pauli Ellefsen sat eisini mest í andstøðu. Hesi árini sat Sambandsflokkurin bara í samgongu frá 1981 til 1985 og aftur frá 1989 til 1990. Annars sat hann úti í andstøðumyrkrinum. Eftir sekstan ár í politikki hevði Pauli Ellefsen sitið í samgongu í fimm ár.

Orsøkin til hetta var, at Pauli Ellefsen undan valinum í 1974 fór at skriva sera hvassar greinar ímóti Javnaðarflokkinum. Hetta merkti, at Atli Dam, sáli, fór at leita eftir øðrum samstarvsfeløgum, hóast Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu sitið í samgongu saman fleiri ferðir, eftir at heimastýrislógin kom í gildi.

Pauli Ellefsen fanst so hvassliga at Atla Dam, at hesir báðir vóru sum tvær reyðar kýr næstu fimtan árini, og sambandið millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin slitnaði. Flokkarnir fóru ikki í samgongu aftur, fyrr enn hesir báðir menninir vóru farnir úr politikki. Pauli Ellefsen var væl umtóktur, men hann dugdi betur at fáa nógvar atkvøður enn at smíða politiskar alliansur.


Auken og vantandi valdið

Í Danmark hava vit eisini dømi um politikarar, sum dugdu væl at fáa nógvar atkvøður, men sum ikki dugdu at fáa politiskar vinir í Fólkatinginum.

Svend Auken var formaður í danska Javnaðarflokkinum frá 1987 til 1992. Hann førdi Javnaðarflokkin til stórsigur á valinum í 1990, men hann fekk einki vald. Orsøkin var, at hann ikki hevði nakran at samstarva við politiskt.

Tað var komið vátt í reiðrið millum Svend Auken og Niels Helveg Petersen, sum tá var formaður í Radikala Vinstra. Uttan Radikala Vinstra kundi Svend Auken bert sita á síðulinjuni og hyggja. Hann dugdi ikki at fáa aðrar flokkar at koma uppí sín part.

Hetta var eisini orsøkin til, at Poul Nyrup Rasmussen framdi sonevnda kongamorðið í 1992 og koppaði Svend Auken. Poul Nyrup gjørdi so tað, sum Svend Auken ikki dugdi. Hann tók forsætismálaráðið aftur frá teimum borgarligu.


Jørgen Niclasen – tapari ella vinnari?

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, hevði eitt sera vánaligt persónligt val hesuferð. Hann fekk bert 382 atkvøður, sum var eitt misálit frá veljarunum hjá Fólkaflokkinum. Ein formaður eigur at fáa størri undirtøku á einum løgtingsvali.

Hetta førdi eisini til, at Óli Breckmann og onnur royndu at fremja eitt sniðálop á Jørgen Niclasen. Annika Olsen skuldi føra knívin og fremja kongamorðið, sum leingi hevði verið í umbúna, men tað miseydnaðist.

Jørgen Niclasen dugir tað politiska spælið sum fáur. Hann hevur eisini sitið við Gamaliels føtur og lært frá meistaranum í føroyskum politikki, Anfinni Kallsberg. Nú vápnaleikur er av og stríðsrópini tagnað, situr Jørgen Niclasen á tí tyngsta politiska postinum úti í hornakontórinum í Albert Hall og skoðar yvir Havnina og Nólsoyarfjørð.

Hóast Jørgen Niclasen tapti valið, vann hann valdið – bæði í landsstýrinum og í flokkinum.


Hvat er politikkur?

Politikkur er sostatt eitt spæl, har tað ræður um at fáa atgongd til valdið. Politikarar, ið ikki duga at knýta tey røttu sambondini, fáa ikki valdið.

Hesuferð hevur Fólkaflokkurin bæði havt eitt gott val og er sum ikki einaferð komin í samgongu. Tá hetta valskeiðið er av, hevur flokkurin væntandi sitið í samgongu í næstan nítjan ár út í eitt. Hinir flokkarnir duga ikki at smíða samgongur uttanum Fólkaflokkin.

Politiskt vald er ikki eitt óítøkiligt fyribrigdi, sum sveimar úti í rúmdini. Valdið liggur altíð hjá onkrum. Um tú ikki hevur tað sjálvur, so hevur onkur annar tað.

Politiska valdið er eisini avmarkað. Øll kunnu tí ikki hava tað samstundis. Um onkur hevur tað, merkir tað samstundis, at onkur annar situr við ongum. Um onkur hevur stórt politiskt vald, merkir tað eisini, at onkur annar hevur lítið. Tí ræður um at taka tað politiska valdið heldur enn at bíða, inntil onkur letur tað upp í hendurnar á tær.



(kassa fyri seg við mynd av permuni)

Valið og valdið

Bókin “Valið og valdið” viðger, hvussu løgtingsvalið í 2011 háttaði seg. Seytjan høvundar viðgera valið úr ymsum sjónarhornum og taka ymist áhugaverd mál upp. Hví tapti høvuðsstaðurin? Hví tykist fullveldisstríðið at vera av? Hví hevði fiskivinnan stóran týdning fyri úrslitið? Og hví eru vallyftini ofta gloymd eftir valkvøldið? Ritstjórar eru Høgni Reistrup og Stefan í Skorini.