Átak um nýtslu av ADHD-heilivági

Næsta mánaðin fara apotekini í Føroyum undir átak at ráðgeva um nýtslu av ADHD heilivág

28. oktobur til 30. novembur fara apotekini í Føroyum undir eitt átak, har tey fara at ráðgeva kundum, ið taka heilivág ímóti ADHD, um skynsama nýtslu av heilivágnum.

 

– Átakið vendir sær serliga til børn við ADHD í aldrinum 6-17 ár og foreldur teirra. Í samband við átakið, hava vit eisini fingið fleiri viðkomandi ókeypis faldarar, sigur Apotekið í fráboðan í kvøld.

 

ADHD er ein sjúka, sum fær meira og meira umrøðu. Í Føroyum hava vit ikki neyv tøl fyri, hvussu nógv fólk hava hesa sjúku, men í Danmark verður mett at millum 2-5 prosent av øllum børnum og ungum hava ADHD. Umleið helvtin av hesum børnunum hava eisini ADHD sum vaksin. Týðandi liður í viðgerðini av ADHD er heilivágur.  

 

Tá ið sjúklingur verður settur í viðgerð við heilivági, fær sjúklingurin tað sum oftast munandi betur. At geva børnum og ungum heilivág ímóti ADHD, kann gera foreldur og avvarðandi stúrin, tí tey kunnu óttast hjáárin. Um tú gongur við ivamálum hesum viðvíkjandi, kanst tú seta teg í samband við apotekini, har starvsfólk fegin ráðgeva og svara spurningum.  

 

Allur heilvágur kann geva hjáárin  – eisini heilivágur fyri ADHD. Í kunningarlepanum, sum liggur saman við heilvágnum, standa ein rúgva av ymiskum hjáárinum. Men tað er ikki so, at øll fáa øll hjáárinini. Tað er sera ymiskt, hvussu fólk verða ávirkaði av heilvági, summi tola væl eitt slag og verri eitt annað slag. Men um tú kennir ógvuslig hjáárin, sum eru trupul at liva við, og tað kennist, sum um tað bara versnar, so eigur tú at tosa við lækna ella apotekið. Aloftast ber til at finna eina loysn. 

 

ADHD-heilivágur skal, sum allur annar heilivágur, takast sum fyriskrivað við rættari nøgd og til røttu tíð. Er tað ringt at minnast til at taka heilivágin, kann tað vera ein hjálp, at taka heilivágin til ávísar tíðir td. til morginmatin. Í sambandi við ADHD heilvág, er tað av serligum týdningi, at heilvágurin verður tikin rættstundis. Í dag hava nógv fólk snildtelefonir ella vanligar fartelefonir, hesar kunnu innstillast til at minna teg á, nær heilivágurin skal takast. Tá talan er um børn, er tað av serligum týdningi, at tey fáa hjálp frá vaksnum til at taka heilvágin. Eisini eigur tú, fyri trygdina, at krógva heilvág fyri børnum.

 

– Á apotekunum í Føroyum starvast útbúgvin starvsfólk, ið kenna til heilvág fyri ADHD. Vit vilja fegin veita tær góð ráð hesum viðvíkjandi. Set teg í samband við okkum, og vit vegleiða teg, siga tey fýra apotekini,  Tjaldurs Apotek, Eysturoyar Apotek, Norðoya Apotek og Suðuroya Apotek