Atfinningarsamur embætismaður og skemtari í konufólkaklæðum

? Tú kanst halda tað vera syndarligt, ella venda tí til skemt, tá nógv álvarsmál ikki verða tikin upp á tungu í tinginum, meðan einkisigandi mál fáa stóra viðgerð, sigur Sjúrður Skaale, stjórnmálafrøðingur og sjónleikari, sum í løtuni fyrireikar seg til nýggja Salt&Pipar framførslu

Dagny Joensen
????
Tað kann tykjast løgið, at embætisfólk, sum hevur verið á hægstu rókini í Tinganesi, í frítíðini stendur á palli og slær alt upp í glens.
Tað heldur Sjúrður Skaale ikki vera løgið, tí Pipar&Salt er bara eitt ítriv.
? Flestu fólk hava eitt ítriv. Eg spæli sjónleik, onnur spæla golf. Tað er eitt og tað sama, sigur Sjúrður Skaale.
Hann er 38 ára gamal, útbúgvin stjórnmálafrøðingur, og hevur arbeitt sum embætismaður fimm ár, fyrst í Tinganesi, síðani í Fólkatinginum.
Umframt tað, hevur hann í nógv ár arbeitt sum blaðmaður og sjónvarpsmaður, og sostatt sitið báðu megin borðið. Tað hevur ikki gjørt skemtið í Pipar& Salt, sum hann og Jákup Veyhe eru felags um, minni áhugavert.
Sjúrður Skaale er eisini kendur fyri síni bersøgnu og oftani atfinningarsomu sjónarmið um samfelagsmál og politisk viður-skiftini her á landi, sum eru at lesa í bløðunum av og á.
Íblástur í tinginum
? Tá tú arbeiðir sum blaðfólk og innan politiska lívið, so gevur tað íblástur at skapa undirhald, tí hóast føroyskur politikkur ofta kann vera syndarligur, so kanst tú eisini velja at síggja tað stuttliga í tí.
? Vit kunnu taka ginusøgumálið ella rundstykkjamálið sum dømi. Tað er vanlukkuligt at tingið brúkar orku upp á slík mál, meðan álvarsmál fáa lítla og vánaliga viðgerð. Tú kanst taka tað í álvara, og tá er tað syrgiligt. Men tú kanst eisini venda tí við og síggja tað stuttliga í tí.
? Fyri mær eru flestu málini stuttlig, og tá velji eg bert at síggja tey sum skemt, sigur Sjúrður Skaale.
Spurdur, hvat hann heldur um hesa gongdina í tingarbeiðinum, svarar hann, at eitt er vist: Tey dugnaligastu fólkini í Føroyum, fara ikki inn í politiska arbeiðið. Tað er ov einkisigandi. Tey bestu eru at finna úti í vinnulívinum.
Skemt og álvara hvør sítt
Eitt er skemt og annað álvara, og Sjúrður blandar ikki hesi bæði hugtøkini saman.
? At skriva greinar ella halda fyrilestrar er at siga hvussu støðan er, hvat er skeivt, hvat kundi verið broytt o.s.fr., og leggja upp til kjak.
? Tá eg undirhaldi, sigi eg ikki at nakað skal broytast. Tá er endamálið bert, at tað skal vera stuttligt, sigur Sjúrður Skaale.
? Hvussu var tað, at dansa í konufólkaklæðum á palli í Norðurlandahúsinum eitt sunnukvøld, og síðani møta til arbeiðis í Tinganesi mánamorgun. Verður tú tá tikin í álvara?
? Tað hevur ongantíð verið nakar trupulleiki í starvinum í Tinganesi. Hinvegin, tá eg var sjónvarpsmaður og gjørdi eitt álvarsligt innslag í ?Degi og Viku?, stutt eftir at eina Pipar& Salt framførslu, kom tað fyri at fólk søgdu seg ikki kunna taka ?handa gyklaran? fyri fult, sigur Sjúrður Skaale.
Hann heldur tað ikki vera óvanligt at fólk í Føroyum hava fleiri hattar og nevnir sum dømi Tórgarð, prest, sum tókst við skemt samstundis sum hann var prestur.
? Øll tóku hansara prædikur í álvara fyri tað. Eingin er álvarsamur altíð, og kanska er tað ein fyrimunur at fólk vísa aðrar síður av sær sjálvum. T.d. høvdu nakrir sjálvhátíðarligir politikarar helst vunnið størri trúvirði og tokka millum fólk, um teir eisini skemtaðust eitt sindur viðhvørt, sigur Sjúrður Skaale.
Rangan av veruleikanum
Pipar&Salt eru teir báðir Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale. Teir hava gjøgnum árini fingið fólk at flenna í kíki, oftani við sangi og stuttleikum, sum eru um okkum sjálvi, men sum vit ikki gáa eftir fyrr enn flenniherðindini eru av.Við sínum skemti og speiliga spæli, venda teir ranguna út á - ofta politiska og samfelagsliga veruleikanum í Føroyum, og gera tað so sannførandi, at teir í áravís hava fingið áskoðararnar við sær.
? Fólk dáma helst sangirnar hjá Pipar&Salt, tí vit hava verið á ?15 teimum bestu? í útvarpin-um við heili sjey sangum. Tað er nokk so stuttligt, tí eg ikki havi tóna skaptan í heysinum, sigur Sjúrður.
Hann er í løtuni í farloyvi, fyri saman við Jákupi at gera nýtt tilfar til Pipar&Salt framførslu, sum verður 13. og 14. august á Listastevnuni í Norðurlandahúsinum.
Um sín leiklut sum makkari í Pipar&Salt, sigur Sjúrður Skaale:
? Hetta er avgjørt ikki nakað ?9 til 5? starv, og heldur ikki so skipað, at vit kunnu vita, hvussu leikur fer, áður enn vit eru lidnir.
- Jákup hevur tann eginleika íborið, at hann sær øðrvísi upp á tingini enn onnur. Tað gevur góðan íblástur. Okkara samstarv er sum eitt slag av ping-pong, har ein fær eitt hugskot og hin førir tað víðari o.s.fr.. Tá av-tornar, vita vit ikki, hvat hvør hevur gjørt, sigur Sjúrður og leggur aftrat, at sangskrivingin tó oftast er einstaklingaarbeiði, men at tað er eins umráðandi at teir báðir eru um at seta tað á pall.
? Vit eru byrjaðir at tosa um næstu framførslu, men hava ikki valt, hvussu vit skulu gera. Nýggjur tónleikur og sangur verður at hoyra , og vit fara at royna at gera nýggjar figurar. Pipar&Salt hevur verið so leingi, og tí er neyðugt at vit endurnýggja okkum. Megna vit ikki tað, so doyr Pipar&Salt av sær sjálvum, sigur Sjúrður.
Spurningur um at liva her og nú
? Kennir tú tað sum eina persónliga uppgávu at blanda skemt og álvara, ella er tað bara ein háttur fyri at yvirliva í hesum samfelagnum, sum tú ivaleyst kundi hugsað tær øðrvísi?
? Nøkur fólk kenna seg hava fingið eina uppgávu at røkja ? t.d. prestar ella trúboðarar. Eg kenni meg avgjørt ikki at hava nakað slíkt kall ella uppgávu. Eg geri bert tað, sum eg tími, og sum haldi meg duga so toluliga, eins og flest onnur, sigur Sjúrður Skaale.
Spurdur um hvar hann ætlar við sínum lívi, sigur Sjúrður, at hann er óstøðugur maður, sum ongantíð hevur arbeitt í meira enn trý ár í sama stað. Hann hevur vónir um at skriva, arbeiða innan fjølmiðlarnir og við sjónleiki og undirhaldi.
? Eg haldi tað er Kierkegaard sum tosar um hetta at ein skal liva í nú?inum. Tað royni eg at vera tilvitaður um. Tað er so skjótt at standa fastur í tí, sum er farið, ella bara liva fyri tað, sum tú einaferð í framtíðini skalt gera ella uppliva. Men skalt tú vera eydnusamur mást tú altíð minnast til, at lívið ongantíð er annað enn tað, sum hendir beint nú.
? Hetta er trupult hjá vaksnum, men børnini duga tað. Eg eri nógv saman við fýra ára gamla soninum, og tað læri eg nógv av. Tá vit búðu í Danmark skuldu vit t.d. ein dagin fara í djóragarðin. Tað tók sína tíð, av tí at har var so nógv á leiðini, sum hann skuldi eygleiða og kanna nærri. Trø og sniglar og eg veit ikki hvat ? og tá vit komu fram var djóragarðurin stongdur. Tað gjørdi kortini einki, tí hann hevði havt ein sera spennandi túr...
? Við øðrum orðum: tá vit minnast til at njóta tað, sum er beint nú, so vera vit heldur ikki so vónbrotin, um onkur av okkara ætlanum miseydnast.
? Tí eiga vit eisini altíð at gera tað, sum vit brenna fyri og sum er spennandi júst í løtuni uttan at hugsa alt ov nógv um, hvussu tað fer at eydnast og hvørjar avleiðingarnar verða. Vit skulu ikki bara taka avgerðir, tí tær kanska í framtíðini fara at vísa seg at vera rættar. Tað, vit gera, skal fyrst og fremst geva meining og kennast rætt her og nú. Annars liva vit við síðuna av okkum sjálvum.
? Tá eg sjálvur líti aftur um bak so má eg eisini siga, at eg meira angri tað, sum eg ikki tordi at gera, enn tað, sum eg gjørdi skeivt, sigur hann.
Fer at skriva bók
Um framtíðarvónirnar sigur Sjúrður Skaale, at hann ætlar sær at skriva eina bók, sum byggir á hansara eygleiðingar, tey fimm árini hann var embætismaður í fullveldistíðini.
Hann var við í dramatisku samráðingunum í 2000 og umframt at hann skrivaði dagbók ein part av hesi tíðini, skrivaði hann eisini røður og framløgur fyri politikararnar, fundarfrá-søgnir o.a.
? Tá eg fái fíggjarligt rásarúm ? vónandi innan alt ov leingi ? fari eg at skriva eina lýsing av hesi tíðini við støði í rúgvusmikla tilfarinum, sum eg havi. Tað kenni eg næstan sum mína skyldu, tí okkum tørvar eina samanhangandi lýsing av øllum hasum rokinum, sum var.
? Í løtuni og fram til framførslurnar í august er tað fyrst og fremst Pipar&Salt, ið stendur á skránni, sigur Sjúrður Skaale.