Atgongumerki eru enn eftir

FSF endar í dag forsøluna av atgongumerkjum til landsdystirnar móti Italia og Skotlandi.

At byrja við tóktist nærum vist, at Italia-dysturin fór at verða útseldur í forsølu, men enn eru atgongumerki eftir. – Onkur virki, sum høvdu keypt nógv atgongumerki, hava nú latið nøkur av hesum innaftur, og tí er framvegis gjørligt at fáa atgongumerki. Móti Skotlandi eru eisini atgongumerki eftir. Har hava vit tó selt eini 800 til skotar, men vónandi fáa hesir eisini mótspæl frá føroyskum áskoðarum, tá dysturin verður spældir, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari hjá FSF.