Atgongumerkið til miðnámsskúla

Gleðiligt, at rúmd skal vera fyri, at ung fáa møguleikan fyri miðnámsútbúgving – hóast karmarnir hjá fleiri teirra eru undir alt lágmark. Men ein bólkur er, sum oftast dettur burturímillum í útbúgvingarprátinum.

Hugsi um tey vaksnu sum als ikki sleppa á miðnámsskúla, tí tey ikki hava 9. flokk.
Dugni hevur sum hin einasti, eitt tilboð til hesi, sum hava skerdan arbeiðsførleika av fysiskum, sálarligum ella sosialum ávum. Nøkur teirra eru orðblind.
Í 2009 var bert rúmd fyri helvtina av umsøkjakjurunum til skúlan hjá Dugni. Í summar slapp á leið bert triði hvør umsøkjari innum gátt.
Kortini er einki sum bendir á í fíggjarlógini, at ætlanin er at skapa størri rúmd fyri hesum málbólkinum so fleiri teirra fáa møguleikan at sleppa á skúlabonk komandi ár.
Landsstýrið hevur sostatt valt ikki at raðfesta, at hesi vaksnu fólkini skulu fáa atgongumerkið til miðnámsútbúgving.
Kundi tískil hugsað mær, at fíggjarnevndin kannaði, hvat tað kostar at nøkta eftirspurningin, so allir umsøkjararnir til Dugni skúlan fáa ein møguleika fyri at sleppa á míðnámsskúla.
Vit vita, at tað eru serliga tey sum onga útbúgving hava, sum eru í vanda fyri at gerast arbeiðsleys og at truplast er hjá teimum at fáa eitt starv.
Vit mugu geva øllum, sum hava ynski og áræði møguleikan at sleppa á skúlabonk.