Atgongumerkjasølan byrjar í dag

Kunningarstovan í Havn og Norðurlandahúsið í Føroyum byrja í dag, hósdagin 21. juni, at selja atgongumerkini til Jezzfestivalin í ár. Hann verður hildin í døgunum 3. til 8. juli.

 

Ongantíð fyrr hevur verið møguligt at keypa atgongumeriki til so nógvar ymiskar konsertir og tónleikatiltøk, sum hesuferð. Tórshavnar Jazz- Fólka- og Blues Festivalur hevur fyri tað mesta verið hildin í Norðurlandahúsinum. Men í ár ger hann innrás í Tórshavnar bý. Norðurlandahúsið verður tó høvuðskarmur um eitt av kvøldunum.


Uttanfyri Havnina er skipað fyri einari framførslu á Hotel Vágum og tveimum í Klæmintsgjógv í Hesti.


Gamla Meiarí, Norðurlandahúsið, PLATFORM, Sjónleikarhúsið, Kirkjurnar, Listaskálin, Festival Klubbin, FK í Hoyvík, Gongugøtan, og Hotel Hafnia. Tað eru støðini, har tað mesta fer at henda. Og so kanst tú vála ímillum spælistøðini og njóta tónleikin og góða lagið.


Tónleikaliga er útboðið stórt. Tú kanst velja alt frá suðuramerikonskum rútmum, til harðan rokk. T.d. spælir Niels Henning Ørsted-Pedersen á sín heimskenda kontrabass. Eivør Pálsdóttir syngur í tí best kenda føroyska rokkbólkinum, Clickhaze. Fleiri Big Bands spæla. Teenage-sangarin Brandur Enni fer at vísa okkum, hvussu stórt talent hann er. Og vit kunnu eisini nevna, at fleiri gospelkonsertir verða á Tórshavnar Jazz- Fólka- og Blues Festivali 2001.


Kunningarstovan og Norðurlandahúsið selja atgongumerkir til Sjónleikarhúsið, Gamla Meiarí, Norðulandahúsið, og PLATFORM hósdag. Í PLATFORM kosta atgongumerkini 30,- kr. til tiltøkini fríggjakvøld og leygarkvøld millum klokkan 22.00 og midnátt.


Hinar konsertirnar eru ókeypis.