Eldur er aftur umborð á Athenu, sum P/F Ocean Group Faroes eigur. Manningin hevði tamarhald á støðuni, meðan skipið sigldi til lands, men nú er skipið ikki til at bjarga. -Vit eru tíanverri noyddir at boða frá, at brandmenninir, sum komu frá landi til at taka yvir sløkkingina umborð á Athenu, hava mist tamarhaldið á støðuni, og sum tað sær út í løtuni, so stendur Athena nú ikki til at bjarga sigur reiðaríið í tíðindaskrivi.
Eldur kom í skipið um kl 14:00 mikudagin, manningin hevur hildið eldinum niðri til teir komu til lands, tá fingu teir hjálp frá serkønum fólki til at basa eldinum, og boðini reiðaríð fekk um kl 14:00 í gjár vóru, at alt var undir kontrol, eingin eldur var umborð, og var økið, har eldurin hevði verið, sera avmarkaður, men nakað av roykskaða var.
Skipari og manning og eisini brandmennirnir eru nú farin av skipinum sigur Ocean Group Faroes í tíðindaskrivi seinnapartin