Athena umvælast í Føroyum

Hósdagin skrivaði Thor-sam­takið og Articon und­ir avtalu um at gera um­væl­ing­ar­ar­beiðið umborð á Athenu, eftir eldin í oktober í fjør.

Skipið liggur við bryggju í Salt­an­gará, og alt arbeiðið verð­ur gjørt í Føroyum.

- Vit eru sera fegin um, at um­vælingin kann verða gjørd her heima, og at allir und­ir­veitarar verða føroysk feløg.
Tað sigur Gunnbjørn Jo­en­sen, annar av reiðarunum hjá Thor í Hósvík.

Hann leggur aftrat, at arbeiðið fer í gongd bein­an­vegin, og at skipið verður aft­ur í vinnu tíðliga í summar.