Atkoma: Kunnu bara heita á fyritøkurnar

Heðin Mortensen, borgarstjóri, fegnast um lesarabrævið, sum Heini Festirstein skrivaði í vikuni, og sum til bar at lesa um í Portalinum.

Í lesarabrævinum fýltist Heini Festistein á, at tað í 2013 enn er trupult hjá rørslutarnaðum at koma inn í bygningar í høvuðsstaðnum. Hann vísti á, at nógvur peningur verður brúktur til umvælingar, og so gloymir man nakað so grundleggjandi sum atkomumøguleikarnar. Og hesum er Heðin Mortensen púra samdur við honum í.

- Tað er gott, at rørslutarnað sjálv gera vart við viðurskiftini, og eg eri púra samdur við Heina Festirstein í, at hatta er ov galið í 2013, sigur borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu.

Hvat kann kommunan gera í slíkum førum. Eiga tit ikki at seta krøv?

- Jú, og tað gera vit eisini. Vit seta krøv um, at bygging skal fara fram í samsvari við byggireglugerðina, og sambært nýggju byggireglugerðini, skulu hasi viðurskiftini vera upp á pláss í nýggjum bygningum, sigur Heðin Mortensen.

Sambært borgarstjóranum er tað heldur ikki ein trupulleiki í nýggjum bygningum, tí har vera fyrilit tikin fyri slíkum, tá bygt verður av nýggjum. Verri er, tá tað snýr seg um umvælingar og broytingar. Tá skal kommunan ikki spyrjast í sama mun, og tá ber ikki til at seta krøv á sama hátt, vísir borgarstjórin á.

- Tað eru verri enn so allar umvælingar, sum skulu umvegis kommununa, og tí hava vit onga ávirkan á broytingarnar. Hinvegin, so halda vit, at hesi viðurskifti skulu vera upp á pláss í býi okkara, men framvegis kunnu vit ikki gera annað enn at heita á allar fyritøkur um at hava í huga, at øll skulu hava atgongd til alt. Tí royna vit eisini at heita á allar fyritøkur um at gera tað atkomuligt fyri øll, sigur Heðin Mortensen.

Hann ásannar eisini, at tað ikki ber til í øllum førum, tí bygningar kunnu vera soleiðis háttaðir, at einki er at gera, men har tað ber til, eigur tað at gerast nakað við málið.