Atkomuvegur til Havnar

Andreas Mouritsen

 

Ein fyribilsloysn var Hvítanesvegurin kallaður eftir at Kaldbakstunnilin á heysti 1992 lat upp. Henda fyribilsloysn er tann dag í dag høvðusfarleið, frá øllum norðrara parti av landinum til okkara høvðustað. Ein varandi loysn lá í kortinum, og hevur verið ávegis longi, men kreppa, væntandi raðfesting oa. hevur seinkað hesari ætlan.

Í nøkur ár hevur veri arbeitt upp á nýggjan atkomuveg - eg skuldi kanska sagt ein annan atkomuveg, tí Hvítanesvegurin fer frammvegis at vera ein høvðusfarleið til og úr Havnini norðureftir. Hettar arbeiðið er sum vera man nokkso átrokandi, tí ferðaslan økist nógv og verandi loysn/fyribilsloysn gerst meiri og meiri ótíðarhóskandi.

Nýggi vegurin byrjar á Sundsvegnum, har Skálafajarðatunnilin vónandi kemur upp um ikki so langa tíð. Síðani fer hann frammvið vestan fyri íðnarøki á Sandvíkarhjálla, eystan fyri garðin á Vatnaskørum og vestan fyri Stórutjørn. Norðan fyri verandi og komandi íbúðarbygging í Hoyvíkshaganum og yvir í verandi ringvegaskipan við Krakugjógv. Genialt haldi eg sjálvur - tað halda serfrøðingarnir í hava gjørt ætlanina óiva eisini. Eitt megnarverk, ein vegur við hugsjón, ein framtíðarloysn langt inn í framtíðina, ein veruligur innkomuvegur til okkara høvðustað, ið vit kunnu vera stolt av og øllum brúkarum til gagns.

Men ikki er alt uttan trupulleikar. Nakrir íbúgvar - nakrir, langt frá allir - við Villingardalsvegin hava víst nakað av misnøgd við linjuføringina. Hon gongur ígjøgnum onkra trøð har nakrar dunnur og onkur gás eisini ganga og mala... Sjálvandi óheppi, men hvat skal man gera við tað? Legg vegin upp á hamaran omanfyri, sýntist vera loysnin ið bleiv slongd út. Serfrøðingarnir vóru ikki glaðir við tað loysnina, og so kom orði tunnil sjálvandi eisini upp í hetta kjakið. Endin var, at teinurin oavaliga á Villingardalsvegnum til Krákugjógv - Talan er um eini 800 til 1000 metrar, lá órørt.

- Ein støða lík teirri í Leirvík var veruleiki, hóast onki hoyrdist til hana. Men nú er ein glotti fyri framan, tí sambært heimasíðuni hjá Landseverk fer arbeiðið á hesum teini kortini í gongd í næstum.

Havi skilt at Landsverk hevur havt kunningarfund við teir "missnøgdu" borgararnir, um hvørjar ætlanirnar ítøkiliga eru, og hvørji átøk vera knýtt at vegnum fyri at verja og varðveita verandi umhvørvi í mest møguligan mun. Haldi at hettar er flott av LV

Havi størstu viðring fyri, at man roynir at verja sína trøð. Sjálvandi óheppi at ein vegur kemur har man áður gekk í friði náðum og íðkaði sítt ítriv og kundi njóta friðin, men veruleikin er bara tann, at vit øll mugu gera okkara til at varðveita vælferð og framburð í landi okkara. Frammvið nærum øllum ringvegum í Havn liggja træðir við kríatúrum, hesar vóru har eisini áðren ringvegirnir komu. Trúgvi ikki, at tey, ið dagliga virka á hesum træðum hugsa stórvegis um, at vegur liggur tætt framvið - Tað er í hvussu er ein sannroynd, at ongin í dag hevði viljað ringvegirnir burtur. Eri sanførdur, at sama verður galdandi fyri træðirnar undir hamrinum frammvið Villingardalvegnum. Eftir stutta tíð fer ongin at hugsa um atkomuvegin, og vit fara øll at taka hann fyri givnan. Haldi eisini, at tolnu borgaranir við Hvítanesvegin hava uppiborið ein lætta fyri teirra tol øll hesi árini, vegur teirra hevur verið ein fyribilsloysn sum høvðusvegur til Havnar.

Um stutta tíð fara túsundavís av havnarborgarum og landsborgarum vónani at fegnast um vegin ímeðan lívi á træðunum framvið gongur sína stillu vanligu gongd.