Tíðliga í heyst fingu klaksvíkingar og norðoyingar nýtt mentanarhús.
Húsini hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag vóru um- og nýbygd, og síðani síðst í august mánaði hevur Atlantis virka sum biografur.
Undirtøkan fyri Atlantis hevur verið góð, og nú kvøldini av álvara fara at myrkjast, verður undirhaldið í húsinum gjørt meiri fjølbroytt.
Í síðstu viku kom út ein bóklingur, sum greiður frá øllum tí, sum fer at henda í Atlantis árið út. Snotuliga skráin staðfestir at restina av árinum verður mangt annað enn biografur at fara til í Atlantis.
Tá vit fóru undir virksemi í Atlantis var hugskot frammi um at leggja eina skrá fyri eitt ársfjórðing í senn, og úrslitið av tí er nú hendan skráin, sum vit hava gjørt, sigur Chritisan Olsen, dagligur leiðari í Atlantis.
Hon greiður frá øllum tiltøkunum, sum verða her í húsinum restina av árinum, og vit ætla at arbeiða fram ímóti, at ein skrá verður gjørd fyri hvønn ársfjórðing, so vit kunnu siga fólki hvat gongur fyri seg í húsinum.
Í dag verður Barbara sýnd fyri seinastu ferð í Klaksvík, og áhugin fyri at síggja filmin hevur verið stórur.
Vit væntaðu at tað fóru at koma eini 2000 fólk til Barbaru her hjá okkum, men tá vit nú verða liðug at sýna filmin, hava yvir 3000 fólk verið til filmin, so tað er yvir allar forvæntningar, sigur Christian Olsen.
Tað eru júst tveir mánaðir síðani at Atlantis fóru undir biografvirksemi, og higartil hava yvir 5000 fólk verið í biograf.
Tað sleppa 92 fólk til hvørja sýning, men um stutta tíð fer salurin at rúma 112 fólkum, tí 20 stólar afturat skulu setast upp, og teir eru á veg.
ÚF senda beinleiðis
Skráin, sum løgd er fyri restina av hesum árini, umfatar alskyns slag av undirhaldi.
8. november fer Útvarp Føroyar at senda beinleiðis úr Atlantis. Útvarpið fer í vetur at ferðast kring landið við eini lættari undirhaldssending, og fyrsti steðgurin verður í Atlantis. Á skránni hetta kvøldið er undirhald, har m.a. fólk úr Klaksvíkar Sjónleikarfelag traðka fram, tónleikur verður við Millum Frændur og Karl Martin Samuelsen, og samrøður verða gjørdar við fólk á staðnum. Fyri at seta rættiligan dám á hetta kvøldið, skal salurin sjálvandi fyllast við fólki. Tað er Elis Poulsen, sum fer at skipa fyri hesi sending.
19. november verður undirsjóvartunnilin um Leirvíksfjørð settur á skránna í Atlantis. Jógvan við Keldu, býráðsformaður, og Bergur Jacobsen, prestur og fyrrverandi landsstýrismaður, fara at greiða frá síni hugsan, og landsverkfrøðingurin, sum hevur sakkunnleikan, verður eisini við. Á fundinum fara áhoyrarnir eisini at hava møguleikan at seta spurningar. Stórur áhugi verður uttan iva til hetta kjakkvøldið, og 1. november verður farið undir forsøluna av atgongumerkjum til hetta tiltak.
Bæði fyri børn
og vaksin
Fríggjakvøldið 18. november verður krýddarí til børnini. Tá verður skipað fyri einum stuttligum seinnaparti, har skemt, filmur, sangir og kappingar eru á skránni.
Og frá 9. til 13. desember verður so aftur sjónleikur á pallinum í Atlantis. Børn fara at spæla sjónleikin Hitt gandaða lyklarholið. Børn úr 9 til 14 ár fara at framføra leikin og sangir eru skrivaðir til framførsluna.
Seinasta vikuskiftið fyri jól, tá jólafrokostarnir plaga at stórtrívast, verður Late Night Show í Atlantis. Teir tríggir Jan Gardar, Petur Simonsen og Øssur Hentze fara skipa fyri undirhaldi, heimagjørdum skemti og vísum. Showið verður frá 18. til 20. desember.
Og ein av døgunum fyri jól verður eisini jólahugni í og uttanfyri Atlantis.
Filmsfelag
fyri børn
Børnini sleppa eisini í biograf í Klaksvík, tí gjøgnum veturin verða serliga sýningar fyri teimum.
Spolin, sum er eitt filmsfelag fyri børn, fer at leggja til rættis sýningar av barnafilmum, og samstarv verður við Danske Børnefilmklubber.
Hetta samstarv fer at hava við sær sýningar av bæði nýggjum og góðum, gomlum barnafilmum. Sjálvt um børn ivaleyst síggja hópin av filmum sum er, vil Spolin geva børnunum eitt biografupplivilsi saman við filmunum.
Skráin hjá Atlantis fæst til keyps í sølubúðum í Klaksvík og kostar 10 krónur.