Atlantc Petroleum røkkur metingini

Fleiri bankar fylgja væl við, hvussu gongst vaksandi føroyska oljufelagnum, Faroe Petroleum. Oljan.fo skrivar, at ein av bankunum, sum fylgja við gongdini, er Royal Bank of Scotland.

Í síðstu greining síni av Faroe Petroleum, sigur Royal Bank of Scotland, at virðið á partabrøvunum avspeglar ikki leitiúrslitini og gongdina hjá felagnum, men gevur eina premiu, sum er nógv hægri enn marknaðarvirðið.

Ein greinari hjá bankanum, James Gardener, heldur partabrævið vera vert 235 pence, sum er væl meira enn 160 pence, ið var virðið á partabrævinum á marknaðinum hin 31. oktober.

Eisini Atlantic Petroleum hevur styrkt sær støðuna, nú felagið fyrstu níggju mánaðirnar av 2011 kann vísa á yvir 109 miljónir krónur í rakstarvinningi.

Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, sigur við Oljan.fo, at hóast framleiðslan í triðja ársfjórðingi í ár var lægri enn væntað, hevði felagið kortini eitt gott úrslit.

– Úrslitið av primerum rakstri varð 32,1 miljónir krónur, og merkir tað, at vit hava rokkið metingini fyri árið og vænta, at úrslitið fyri alt árið verður í ovara enda av áður fráboðaðu metingini, sum var millum 90 og 150 miljónir krónur, sigur hann.